Andrea Jacobsen, ið er av føroyskari ætt og spælir á íslendska kvinnulandsliðnum í hondbólti var við til at seta eitt áskoðaramet í týskum kvinnuhondbólti.
Hetta hendi leygardagin, tá Andrea og liðfelagarnir í Blomberg-Lippe spældu stórsteypadyst, í Týsklandi nevndur Super Cup móti Thüringer.
Dysturin var leiktur í SAP Garden høllini í München, somu høll har liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum, THW Kiel og Füchse Berlin leiktu Super Cup dystin hjá monnum.
Til Super Cup dystin millum Blomberg Lippe og Thüringer gjørdist talan um áskoðaramet í týskum kvinnuhondbólti.
10.298 áskoðarar vóru til dystin, ið Thüringer vann 31-30. So nógvir áskoðarar hava ongantíð verið til ein dyst millum tvey kvinnulið í týskum hondbólti.
15. oktober spæla Ísland og Føroyar EM-undankappingardyst í Reykjavík. 7. apríl komandi ár kemur Ísland á vitjan í høllini við Tjarnir.
Í undanfarnu EM-undankappingini taptu okkara 23-28 og 20-24 fyri Íslandi.