Mette Frederiksen forsætisráðfrú biður grønlendsku kvinnurnar um umbering, sum vóru fyri systematiskum mismuni í snirils-málinum, meðan Danmark hevði ábyrgdina av heilsuverkinum í Grønlandi fram til 1992.
Tað boðar forsætismálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.
– Vit viðurkenna, at snirils-málið er ein kelda til bæði vreiði og sorg fyri nógvar grønlendingar og nógvar familjur í Grønlandi. Og tað hevur sjálvsagt ávirkan á fatanina av Danmark og ríkinum, sigur Mette Frederiksen.
Formaðurin í grønlendska landsstýrinum Jens-Frederik Nielsen biður um umbering fyri málini, sum hava við tíðarskeiðið at gera, eftir at Grønland yvirtók ábyrgdina av heilsuverkinum í Grønlandi.
– Eg biði tykkum um umbering, sum hava verið fyri og livað við teimum avleiðingum av inntrivum, sum tit ikki sjálvi høvdu biðið um ella havt tamarhald á, sigur hann.
– Landsstýrið í Grønlandi viðurkennir okkara egnu ábyrgd. Tí er longu avgjørt at veita atgongd til endurgjald til raktu kvinnurnar. Arbeitt fram ímóti hesum hevur verið í gongd síðani í januar, og í næstum verður kunngjørt um, hvussu ávirkaðar kvinnur skulu søkja um endurgjald.
Óhefta kanningin av snirils-málinum verður væntandi almannakunngjørd í september. Hon hevur verið seinkað fleiri ferðir.
/Ritzau/