Vestmanna kommuna fekk tilboð frá tveimum lánistovnum upp á lán til røktarheimið, og fíggjarnevndin fekk heimils til at samráðast við teir.
Men áðrenn nærri støða verður tikin til lántøkuna, skulu tilboðini latast upp. Áheitanrir um at vera høvuðsupptakari skulu verða inni 3. februar, og tilboðini upp á jørð- og vegarbeiði 16. februar.
Karl A. Olsen, borgarstjóri væntar, at arbeiði kann byrja í mars.
Vestmanna kommuna hevur frá Fíggjarmálaráðnum fingið loyvi til at læna upp til 22 mío. krónur til røktarheimið, sum skal hava 24 pláss.










