Liðið hjá Saru Benjaminsen og Káru Sigurðsson, FC Nordsjælland spældi ein minniligan dyst í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Sara fekk sín fyrsta kappingardyst frá dystarbyrjan, og var á vøllinum í 75 minuttir, og Kára kom á vøllin í 87. minutti, tá FC Nordssjælland vann 6-4 á oddaliðnum, HB Køge á útivølli.
Verandi meistaraliðið, HB Køge, ið hevur legenduna Nadiu Nadim á liðnum var á odda bæði 2-0 og 4-2, men í báðum førum megnaði FC Nordsjælland at koma afturíaftur, og enntá at koppa dystinum teirra veg.
Tað vóru bert seks minuttir leiktir av dystinum, so hevði Nadia Nadim skotið tvey mál, og lagt HB Køge á odda 2-0. Undan steðginum skoraði Nsira Ouedraogo eisini tvær ferðir fyri FCN.
HB Køge skoraði tvær ferðir fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, og so vóru tær aftur á odda við tveimum málum, men Nsira Ouedraogo minkaði um munin sjey minuttir seinni. Tað gingu bert tríggir minuttir aftrat, so hevði Grace Sery javnað til støðuna 4-4. Tá átti Sara lut í uppspælinum í málinum. Fimm minuttir seinni legði Flora Højer FCN á odda 5-4. Í yvirtíðini økti Thea Petersen til 6-4.
HER ber til frá YouTube-rásini hjá HB Køge at síggja hæddarpunktini frá minniliga 6-4 sigrinum hjá FC Nordsjælland. Sara sæst við nummar 44 á rygginum:
##med2##










