Seinnapartin millum klokkan 14 og 15 sendi Rás2 beinleiðis úr Vestmanna.
Petur Zachariassen prátaði við Bárð Nielsen og Jónfinn Egilsnes um bátastevnuna sum er byrjað í dag.
Bárður Nielsen og Jónfinn Egilsnes greiddu frá mongu tiltøkunum, og komu við nøkrum praktiskum kunningum til tey sum ætla at taka lut á bátastevnuni.
Leygardagin klokkan 14.30 fara bátarnir at sigla av Fútakletti og til Vestmanna. Tá fer Rás2 at senda beinleiðis "Bátaradio". Reportari sum vant verður Vilmund D. Jacobsen. Sendingin byrjar klokkan 14 leygardagin.