Ein hálv millión meiri í Vestmanna

Tað gongur tann rætta vegin við skattainntøkuni hjá Vestmanna Kommunu.

 

Í apríl komu góðar tríggjar milliónir skattakrónur í kassan hjá Vestmanna Kommunu, og tað var knappar 100.000 krónur meiri enn í apríl í fjør. Vøksturin svarar til 3,2 prosent.

 

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur Vestmanna Kommuna fingið 550.000 krónur ella 4,9 prosent meiri í skatti enn somu mánaðir í 2013.

Kommunan skrivar á sínari heimasíðu, at hon er nøgd skattin í apríl og vónar, at tann jaliga gongdin fer at halda fram tað, sum eftir er av árinum.