eftir 2-3 dagar kendu fólk okkum aftur, og nú vinka tey til okkara og heilsa, leggur hon smílandi afturat. Hini fýra eru Rikke og Mette frá Danmark, og Ulrikke og Haraldur frá Íslandi. Vit eru stødd í hugnaligu [...] Klaksvík: - Teir fyrstu dagarnar vendu øll sær við og hugdu, tá vit gingu eftir gøtunum. Tað virkaði, eins og var tað ein sensatión, at Klaksvík hevði fingið ung fólk á vitjan, sigur Pernillla úr Svøríki. Hon [...] alt borðið, og eg spyrji, hvat var so stuttligt henda dagin. - Jú, vit høvdu lisið um ein túr á Viðareiði, har einum ikki nýttist ferðaleiðara, greiðir Rikke frá. Hetta var ein fjallatúrur, og tey fóru glað
í einum stationvogni og einum MPV. Peugot 307 SW er bygdur yvir sama plattform sum hatchback útgávan, men aksilfrástøðan er 10 cm longri. Kabinan er innrættað við 3 baksetrum og møguleika fyri 2 setrum [...] bensinmotori við 138 hk og 2.0 litur HDi dieselmotori við 110 hk. Trygdarskipanin er eisini umfatandi við ESP, (elsktronisk stabilitet program) EBA bremsuassistent, aktivum nakkapútum og seks airbag. Gott ljós [...] inni í bilinum Setrini á aftastu rekkju, ið kunnu keypast sum eykaútgerð, eru best egnaði til børn og ung upp til 13/14 ár. Aftastu setrini kunnu flytast runt í bilinum eftir egnum ynski á teimum 5 Quickfix
óskiljandi og púra meiningsleys. Eftir Høgna sita foreldur, systkin, genta, dóttir og eitt ótal av vinum. Fyri tey má hesin syrgiligi tilburður sýnast uttan enda, og tungt er at koma ígjøgnum saknin og sorgina [...] Klaksvík. Meginparturin av fólkinum í kirkjuni vóru ung fólk í besta blóma. Ung fólk, hvørs lív júst veruliga er byrjað. Eingin dugir at síggja nakað endamál, og eingin skilir, hvussu eitt lív kann slókna so [...] tíðina. Høgni hevði nógvar vinir, og var ein sera avhildin drongur. Hetta sást eisini aftur á mongdini, sum ynskti at sýna honum hendan síðsta heiður. Hóast kirkjan er stór og rúmlig, so var trongligt inni
arbeiðsloysið, kriminaliteturin og upploysingin av felags virðum og lívsmeining í stórbýarmentanini, skulu hava ein einfalda og sjónliga orsøk. Onkur má fáa skyldina. Og hvør er lættari at peika út, enn [...] millum pressuna og persónar. Um Sosialurin hevur prentað ærumeiðandi tilfar, og síðani velur at gera stórtíðindir burturúr tí, so hevur hann eisini rættarliga ábyrgd av tí. Tað er ábyrgdin og uppgávan hjá [...] ræðuleikunum í heiminum. Seinastu 4-5 árini er tað vorðið meira og meira góðtikið, at fremmandaóttin og vantandi virðing fyri øðrum fólkum og mentanum, kann sleingjast út, uttan kritiskar spurningar yvirhøvur
sergreinalærarar, sum undirvísa í ítrótti og tónleiki, og teir hava útbúgving á hesum økinum. Hinir sekstan hava útbúgving frá læraraskúlanum. Fyrst søkti Mentamálaráðið og síðani skúlastýrið eftir fýra lærarum [...] í alis- og evnafrøði vanta Tað eru nakrar ávísar lærugreinar, har saknurin á útbúnum lærarum er størri enn í øðrum lærugreinum. ? Tað er serliga lærugreinarnar alis- og evnafrøði, støddfrøði og rokning [...] flokkunum í framhaldsdeildini í alis- og evnafrøði, og tað er ikki vanligt at geva einum lærara so nógvar flokkar í somu lærugrein. Spurningurin er síðani, um góðskan og støðið á undirvísingini lækkar samsvarandi
pápa sín. Eg minnist, at hann smíðaði bátar og hevði sett borðini fyri, mátti altíð ein liggja inni undir bátinum og halda fyri, tá hann negldi. Eg var ógvuliga ung, tá eg varð biðin at halda fyri. Har mátti [...] kol - og tað skotið ræddist eg. Men eg hevði fylt 7 ár, so í skúla mátti eg. Mamma fylgdi mær í skúlan og so var sloppið. Mær dámdi væl at ganga í skúla, minnist Malla. - Men einaferð vórðu eg og trý onnur [...] verfaðir mín, og eg plagdi onkuntíð at minna hann á ta ferðina, tá hann setti okkum eftir, flennir Malla. Trý fríggjarabrøv ein dag Malla er sera skemtingarsom og hevur lætt til látur og tá prátið kemur
var alt kaos, og tey tóku fyrsta stigið inn í ein nýggjan og ókendan heim. Tey hittust í Amsterdam, og vóru øll á veg til Peru gjøgnum AFS. Á flogvøllinum stóðu fólk frá felagskapinum og tóku í móti ungu [...] øðrum spældi hon sjónleik við børnunum, lærdi tey at tosa og skriva enskt og at spæla floytu og guittar. Foreldrini hjá hesum børnum vóru fátøk, og høvdu einki serligt at bjóða børnunum heima. Sum oftast [...] ungu ferðafólkunum, og uttanfyri lá hitin og bíðaði sum eitt heitt og kvalandi teppi. - Tey, sum tóku ímóti okkum, skuldu øll hava ein koss á kjálkan. Tað var eg slett ikki von við. Samstundis, sum eg skuldi
Tað ber eisini til at vera til døgnumlætting. Og har er ikki nakar aldursbólkur. Í løtuni búgva fimm í heiminum, og tað er so nógv, sum tað er pláss fyri. Og so koma hini til dagumlætting aftur at. Joan [...] hansara tørv longur. - Men vit fara also ikki at blaka nakran út her frá. Og hvar skal hann so fara, spyr Joan. Umframt Dáan og Varda Verkstaðin á Brekku er ein bústovnur í Klaksvík, har 10 menningartarnaði [...] skúlatíð og verða á heiminum inntil klokkan 17. Í summarfrítíðini eru tey tó frá klokkan 10 fyrrapartar. Ein dagur í Dáanum er at samanlíkna við ein dag í einum vanligum barnagarði. Tey klippa, mála og tekna
Jákup Sigurð og Dia búðu øll í Funningi. Sum ung tænti Malla í Havn, og hon greiddi okkum ofta frá, hvussu lívið var í Havn tá ? og hon kendi sera væl gomlu Havnina og kendi flestu stovurnar har og visti nógv [...] Malla var úr Funningi, og har hevur hon búð næstan alt æviskeiðið. Hon var dóttir Osvald og Karolinu Jacobsen, og hon var næstelst av fimm systkjum. Tríggir brøður og tvær systrar. Eftir á lívi er nú bert [...] hann var heilt lítil, og mamman doyði frá honum og systkjunum. Tað var altíð so hugnalig at koma norður til Funnings at vitja Mallu og Dánjal Martin. Tey vóru so góð við børn, og vit kendu okkum altíð
sær fat um. Samanspæl ímillum tað náttúrliga og tað yvirnáttúrliga, kærleiki ímillum ung úr ymiskum londum, tvístøður ímillum ung og eldri, gott og ónt og nógvur góður upprunatónleikur er bert ein partur [...] hava verið í samband við nógv ymisk fólk og feløg innan danska filmslist, men Hans Hansen og Ulrik Breuning eru teir, sum hava sýnt størsta áhuga fyri hugskotinum, og tað eru vit sera fegnir um, tí burtur [...] gloyma, tí teir komu til Føroya at arbeiða og ikki at halda frí. Teir vilja heldur hitta fólk, fáa íblástur og fáa kunnleika til føroyska samfelagið, søgu og sagnir, sigur Niklas Heri Jákupsson. Donsku