Peugeot 307 SW ? við lamineraðum glastaki

Nú er stationvognurin, Peugeot 307 SW, komin á marknaðin. Bilurin er ein 5+2, ið kann hava upp til 7 sitipláss. Tað, at meira enn helvtin av takinum er glas, gevur sera gott útsýni og ljós inni í bilinum

Peugeot 307 SW er ein nýggj modelltypa, ið sameinir eginleikarnar í einum stationvogni og einum MPV. Peugot 307 SW er bygdur yvir sama plattform sum hatchback útgávan, men aksilfrástøðan er 10 cm longri. Kabinan er innrættað við 3 baksetrum og møguleika fyri 2 setrum á aftastu rekkju, soleiðis at bilurin kann hava tilsamans 7 sitipláss. SW útgávan fæst við 2.0 litur bensinmotori við 138 hk og 2.0 litur HDi dieselmotori við 110 hk. Trygdarskipanin er eisini umfatandi við ESP, (elsktronisk stabilitet program) EBA bremsuassistent, aktivum nakkapútum og seks airbag.
Gott ljós inni í bilinum
Setrini á aftastu rekkju, ið kunnu keypast sum eykaútgerð, eru best egnaði til børn og ung upp til 13/14 ár. Aftastu setrini kunnu flytast runt í bilinum eftir egnum ynski á teimum 5 Quickfix monteringsstøðunum í kabinuni. Eisini kunnu øll 3 baksetrini, í miðjuni, stillast aftur og fram eftir ynski. 307 SW er sermerktur av at meira enn helvtin av takinum er laminerað glas. Tað vil siga, at glastakið byrjar, har sum forrúturin endar. Hetta gevur gott ljós inni í bilinum og gott útsýni til tey ferðandi. Um sólin er ov sterk, kunnu elektrisku sólgardinurnar koyrast fyri, so ljósið ikki sleppur inn tann vegin. Bilurin hevur eisini klimaanlegg og 16" alufelgur sum standard.

Peugeot 307 SW 2.0 HDi

Motorurin2.0 litur 4 syl. diesel 110 hk
v. common-rail innspræning
0-10013,8 sek
Oljunýtsla18,5 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd441,9 cm
Breidd175,7 cm
Hædd154,4 cm
Eginvekt1400 kg
Totalvekt2025 kg
Prísurkr. 239.000,- (5 persóna)
7 persóna + kr. 8.000,-
SøluumboðP/f Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400