? Vit skríggja eftir lærarum. So bersøgin er Jóannis Fonsdal, varaskúlastjóri í Vestmanna skúla.
Vestmanna skúli hevur komandi skúlaár 29 lærarar tengdar at skúlanum. Av teimum eru heili átta, sum ikki hava útbúgving sum lærarar. Tríggir eru sergreinalærarar, sum undirvísa í ítrótti og tónleiki, og teir hava útbúgving á hesum økinum. Hinir sekstan hava útbúgving frá læraraskúlanum.
Fyrst søkti Mentamálaráðið og síðani skúlastýrið eftir fýra lærarum til Vestmanna skúla til komandi skúlaár, men eingin umsókn kom inn. Síðani hevur skúlin verið noyddur at seta fólk, sum ikki hava útbúgving, í starv.
Tað vil siga, at nærum triði hvør av teimum vanligu lærarunum í Vestmanna skúla ikki hevur nakra útbúgving.
Símin Simonsen, ið tekur við starvinum sum skúlastjóri tann 1. august, sigur, at talan fyri tað mesta er um ung fólk við miðnámsútbúgving frá studentaskúlum, HF-skeiðum og fiskivinnuskúlanum.
Ein av trupulleikunum er, at læraralønir ikki eru kappingarførar, tí tað privata vinnulívið kann sum oftast geva hægri lønir.
Lærarar í alis- og evnafrøði vanta
Tað eru nakrar ávísar lærugreinar, har saknurin á útbúnum lærarum er størri enn í øðrum lærugreinum.
? Tað er serliga lærugreinarnar alis- og evnafrøði, støddfrøði og rokning, sum ikki hava nakran góðan, sigur Jóannis Fonsdal.
Hann nevnir í tí sambandi, at hann sjálvur má undirvísa øllum trimum flokkunum í framhaldsdeildini í alis- og evnafrøði, og tað er ikki vanligt at geva einum lærara so nógvar flokkar í somu lærugrein.
Spurningurin er síðani, um góðskan og støðið á undirvísingini lækkar samsvarandi við talið av lærarum uttan útbúgving.
? Tað besta er sjálvandi at hava lærarar, sum hava útbúgving frá Læraraskúlanum, men vit fara at stuðla vikarunum, so at teir kunnu læra frá sær á nøktandi hátt, sigur Jóanis Fonsdal.
Leiðslan í Vestmanna skúla hevur roynt at lagt tímatalvuna soleiðis, at allir flokkarnir fáa eins nógvar nógvar lærarar uttan útbúgving, so at nakrir flokkar ikki verða fyri vanbýti.
Tað hevur eisini víst seg at vera torført at fáa fólk í leiðarastørv í fólkaskúlanum. Søkt varð eftir einum skúlastjóra til Vestmanna skúla, men eingin søkti starvið. Tá søkt varð aðru ferð, komu tó tvær umsóknir inn.










