Grundgevingin er, at eg í eini oddagrein í Fregnum, havi funnist at og ávarað ímóti slíkum søgum, sum Sosialurin borðreiddi við í seinastu viku. Nevniliga ókritiskt at halda mikrofonini fyri ekstremu sjónarmiðunum hjá Mogens Glistrup. Uttan nakra journalistiska viðgerð. Uttan nakra lýsing av evninum. Uttan nakra kunning um bakgrundina hjá Glistrup. Uttan nakað sum helst.
Sosialurin ger sjálvur sínar yvirskrivtir um, at "Danmark verður muhammedanskt". Sosialurin er sjálvur avsendari av hesi forsíðugreinum til alt Føroya fólk. Ung sum gomul. Og hann eigur sjálvur at taka ábyrgdina av sínum sonevnda tíðindaflutningi.
Men tað ger hann ikki. Ístaðin leggur hann meg undir at skerja pressufrælsið, tí eg havi loyvt mær at siga mína hugsan um eitt viðkvæmt mál ? eina hugsan, sum eg seti fult navn undir.
Pressufrælsið sambært Jústinusi Eidesgaard fevnir altso ikki um frælsið til at hava aðrar meiningar ella opið at finnast at eini forsíðugrein í Sosialinum.
Men í síni viðmerking avdúkar Jústines Eidesgaard eina so forskrúvaða fatan av pressufrælsinum og einum frælsum orðaskifti, at onki kann undra meg longur.
Ikki bert sigur hann, at eg skerji skrivifrælsið, tí eg havi sagt mína meining um Glistrup-søguna. Nei, hann leggur meg harafturat undir í fleiri øðrum førum at hava roynt at skerja pressufrælsið hjá Sosialinum.
Millum annað skal eg fleiri ferðir hava roynt at steðga greinum hjá blaðnum. Hetta er beinleiðis lygn. Eg havi einaferð ? á heysti í 2000 ? ringt til Sosialin, eftir at hava fingið fyrilagt eina forsíðu, sum skuldi til prentingar. Har spurdi eg hann høvisliga um, hvørt hann hevði váttan frá tí persóninum, sum varð siteraður á forsíðuni, fyri at hann stóð aftanfyri orðini ? og um hann ikki kundi "dupulttjekka" hetta, áðrenn hann prentaði hana.
Harafturat leggur Jústi-nus meg undir at skerja pressufrælsið, tí eg ikki vil gera viðmerkingar til eina søgu, sum Sosialurin hevur borið um ærumeiðing. Hetta skuldi sambært Jústinesi enntá forða Sosialinum í at arbeiða við málinum.
Hetta avdúkar eftir mínum tykki tað størsta ábyrgdarloysið, eg leingi havi sæð á skrivt. Tað skuldi ikki verið neyðugt hjá mær at fortalt Jústinusi, at um Sosialurin ger eina søgu um ærumeiðing, so er tað eitt mál millum persónar ? men so sanniliga eisini millum pressuna og persónar. Um Sosialurin hevur prentað ærumeiðandi tilfar, og síðani velur at gera stórtíðindir burturúr tí, so hevur hann eisini rættarliga ábyrgd av tí. Tað er ábyrgdin og uppgávan hjá ábyrgdarhavandi blaðstjóra, at ærumeiðingar ikki verða prentaðar. Tú kanst ikki bara skylda uppá onnur og siga: Júmen eg endurgav bara, hvat ið hann segði.
Men sambært Jústinesi Eidesgaard hevur pressan onga ábyrgd. Pressan skal ikki taka ábyrgd og avleiðingar av tí, sum hon velur at gera til forsíðusøgur. Og tann sum vágar sær at finnast at, ella ikki vil lata seg brúka sum eitt amboð til søgurnar hjá Sosialinum ? ja, hann skerjir pressufrælsið! Tey, sum hava aðrar meiningar, enn ta hjá Sosialinum, skulu tiga, tí annars skerja tey pressufrælsið.
Hetta er beinleiðis óhugnaligt. Men tað mest óhugnaliga í viðmerkingini hjá Jústinusi Eidesgaard er, at hann í fullum álvara førir fram, at tíðindaflutningurin í Sosialinum skal vera politiskt óheftur. Tað er hann ikki. Sosialurin er eftir mínum tykki í sínum tíðindaflutningi, sera stýrdur av partapolitikki.
Tað hevur hann loyvi til. Men tað er eftir mínum tykki óerligt at royna at billa fólki tað øvuta inn.
Tað pressufrælsið, sum Jústines Eidesgaard lýsir í síni viðmerking, er eftir mínum tykki ábyrgdarloysi. Tað er tað øvuta av frælsi.
P.S. Eg heiti samstundis á blaðið um, at greinin, sum eg havi skrivað, og sum Jústines Eidesgaard vísir til, verður prentað í fullum líki. So kunnu fólk sjálvi døma um, hvørt hon er grundarlag fyri ákærunum um, at eg skal hava skert skrivifrælsið hjá Sosialinum.
???????????????????
Eftir umbøn frá viðmerkjaranum, Høgna Hoydal, endurprenta vit her oddagrein hansara í Fregnum fríggjadagin 12. juli:
Á glið við Glistrup
Fremmandaótti. Xenofobi. At bólka fólk eftir húðaliti, religión ella etniskum uppruna. Ella fremmandahatur - at gera tey til fíggindar.
Eitt vælkent fyribrigdi í heimssøguni, sum hevur verið drívmegin í størstu ræðuleikunum í heiminum.
Seinastu 4-5 árini er tað vorðið meira og meira góðtikið, at fremmandaóttin og vantandi virðing fyri øðrum fólkum og mentanum, kann sleingjast út, uttan kritiskar spurningar yvirhøvur.
Ein orsøkin til hetta er tað populistiska høgrarákið, sum reikar um alt Evropa ? og ikki minst í Danmark. Teir stjórnarberandi flokkarnir ? frá Vinstraflokkinum og sosialdemokratunum í Danmark til Labour í Bretlandi ? royna at halta aftaná tí ráki, sum hevur fingið ónøgdar veljarar at fylkjast um høgrapopulistar.
Uppskrivtin er einføld. Teir sosialu trupulleikarnir, arbeiðsloysið, kriminaliteturin og upploysingin av felags virðum og lívsmeining í stórbýarmentanini, skulu hava ein einfalda og sjónliga orsøk. Onkur má fáa skyldina. Og hvør er lættari at peika út, enn tey, sum sjónliga eru øðrvísi?
Bin Laden og terroristalið yvirhøvur hava ikki gjørt tað lættari. Seinasta árið er tað vorðið enn meira legitimt at peika muslimar og fólk úr Miðeystri út sum tann veruliga fíggindan.
Ein onnur høvuðsørsøk til gróðrarbotnin fyri fremmandahatrinum er sjálvsagt eisini, at tað hevur verið ógjørligt at tosa sakliga um teir mongu sosialu trupulleikar og mentanarligu avbjóðingar, sum taka seg upp í einum alt meira opnum heimi.
Tí fáa fólk sum Jorg Heider, Le Pen, Pia Kjærsgaard og Mogens Glistrup knappliga eitt blátt stempul.
Besta dømið um, hvar øll grundleggjandi mannarættindi fara fyri borð, er tá donsk pressa tosar um "anden-generations-invandrere" (innflytarar í næsta ættarliði). Tá er talan um danskar ríkisborgarar, sum eru føddir og uppvaksnir í Danmark og eiga sambært øllum grundreglum í einum rættarsamfelagi at hava somu rættindi. Teir eru nú eisini í lóggávuni fyri mismuni.
Uttan mun til, um ovurstórir sosialir trupulleikar eru og kriminaliteturin er høgur hjá hesum bólkum, so eigur tað ongantíð at elva til mismun í grundleggjandi rættindunum.
Hugsið tykkum til, at vit fóru at seta stempul á fólk í Føroyum, sum eru næsta ættarlið hjá innflytarum. At skerja teirra rættindi í lógini. Tað hevði sett ein kíla niður ígjøgnum alt samfelagið.
Í Føroyum merkist tó, at fremmandaóttin er stórur, hóast vit bert hava góðar royndir av tilflytarum, sum gerast partur av føroyska samfelagnum og geva týdningarmiklan íblástur. Og tað er jú tað sum telur. At kenna seg sum ein javntsettan part og hava møguleikar at liva frælst í føroyska samfelagnum.
Fremmandaóttin hevur ikki verið settur á dagsskrá í føroyskum politikki ella fjølmiðlum sum so, tá onkrar greinar í Dagblaðnum og ymisk lesarabrøv (eisini í Fregnum) eru undantikin.
Men Sosialurin hevur nú valt at ganga undan.
Blaðið hevur av tilvild hitt Mogens Glistrup í Vágsbotni ? og tað er jú teirra søk. Eitt hugnaligt "summarprát".
Hetta heldur Sosialurin sum fjølmiðil skal bera eini søgu um, at Danmark verður "muhammedanskt" um hálva øld og at teir fara at stýra øllum.
Men samstundis sigur Sosialurin, at Glistrup hevur æruna av, at nú er vón um vend við teirri nýggju, donsku stjórnini.
Mangt er hent uppá stutta tíð. Tá ein fjølmiðil í einum landi, sum ikki hevur nakra orsøk til fremmandahatur, velur at gera ræðusøgur, sum bert kunnu blæsa til fremmandaóttan í Føroyum. Velur at halda mikrofonina fyri slíkum ekstremum sjónarmiðum uttan ein einasta kritiska spurning.
Tá er tað undirbrotligt. Tí tað byggir á, at ein danskur politikari eigur ikki at fáa kritiskar spurningar. Tað er sin søga í sjálvum sær ? og hann rósar jú eisini føroyingum ? ikki so?
Tá hevur tað onki við journalistikk at gera.
Og tá er tað ábyrgdarleys populisma, sum skal átalast.
Sosialurin er farin á glið við Glistrup. Og hóast tað helst er populért, so vil eg heita á øll um ikki at vera við á ferðini hjá teimum. Tí ferðin endar við, at øll glíða niður á støðið hjá innara svínhundinum.
Høgni Hoydal