hjá IRF segði herfyri við Kringvarpið, at tey hava ikki møguleika at tøma plastikkpakkarnar frá Posta, sum vit fáa mánakvøld og mikukvøld við lýsingum og ókeypis lýsingarbløðum [...] fyri sær sjálvum og sum hugsa í málbólkum eiga at hava í huga – og nakað sum marknaðardeildirnar á dagbløðum sum eitt nú okkara blað eiga at gera sær dælt av!
skattakrónum í rygginum fyri at jarðleggja privatu miðlarnar í Føroyum. Hvat hugsar tú fyri tær? Ætlar tú at tjóðartaka privatu miðlarnar í Føroyum? Slíkur politikkur er ómentaður og sera ódem
møguleiki var ikki aktuellur í Havn hesaferð, tí Heðin Mortensen hevur buktina og báðar endarnar. Tjóðveldisumboðini kunnu hava rætt í tí, at nevndirnar kundu verið skipaðar øðrvísi, tó at hetta [...] eyðsæð, at tað mest politiskt-korrekta, sum Heðin Mortensen kann gera, er at knýta hinar flokkarnar at sær – nú teir so fegnir vilja. Tjóðveldi stendur helst fremst til varaborgarstjóran, Sjúrður Olsen [...] fíggjarnevndarsess. Tað verður ov strævið hjá Heðini Mortensen at stríðast við allar hinar flokkarnar. Ólíka lættari verður, tá øll eru í parti, nú hann kann fáa tey so bíliga. Ein dagur verður eisini
Mercedes aldrin funnið uppá at bygt eina verksmiðju í Føroyum at framleiða hesar tíggju bilarnar.« Hesum hevur bankastjórin púra rætt í. Tey, ið ráða fyri borgum á Mercedes verksmiðjuni høvdu aldrin [...] sum bankarnir gera og sum bankastjórarnir siga. Tú hevur ikki annan valmøguleika, enn bankarnar, sum í veruleikanum gera neyvt tað sama – tí kunnu vit tosa um bankan heldur enn um bankarnar, tí [...] hvussu høg rentan er, so hendir akkurát einki. Løgmaður sigur, at hann ofta hevur sagt við bankarnar, at rentan er ov høg. Tað ger so heldur ongan mun. Og bankastjórarnir siga, at tað loysir seg ikki
meining. Men í nøkrum feløgum hava nevndarlimir tikið limirnar av ræði og hava gjørt av, hvønn felagið skal stuðla – uttan at spyrja limirnar. Og tað er hetta, sum fær fólk at spyrja, um javnaðarfeløg [...] halda limafund um hetta í morgin. Tað hevði sømt seg, at øll javnaðarfeløg lótu vanligu limirnar koma til orðanna, so nógv klókari eru nevndarlimir í javnaðarfeløgunum ikki enn vanligu
høvdu ábyrgdina? Teir blivu premieraðir við nøkrum milliónum í part, meðan kassadámurnar fingu fótin í reyvina. Ja ójavnt er býtt...
Flatnagarður liggur við útsýni beint yvir á Kalsoynna við Kunoynni í baksýni. Oyggjarnar reisast steyrrættar úr havinum, og fjøllini eru høg og hvøss. Í Flatnagarði er pláss fyri 25 kampingvognum
brot á hesa reglu, sum vit vóna, at hann fer at umhugsa av nýggjum. Í tíðini fyri fartelefonirnar, tá høvdu miðlarnir beinleiðis telefonnummrini hjá landsstýrisfólkum í Tinganesi.
limaskap í norðurlendska felagsskapinum, NAR. Higartil hava londini Føroyar, Grønland og Áland bert verið limir sum selvstyrende områder, og goldið ein triðing í part. Í NAR sita formenninir fyri áhugaleikar [...] peningi er komin inn longu, men enn er væl eftir á mál. Norðurlendski felagsskapurin fyri áhugaleikarar NAR hevur longu játtað 100.000 kr., og 175.000 kr. eru komnar inn frá øðrum grunnum. Og so vóna tey í MÁF [...] Joensen er í løtuni næstformaður í felagsskapinum. Næsta ár verður tað Føroyar, sum eiga formannin. NAR er helst einasti fólksligi felagsskapurin á mentanarøkinum, sum enn er partur av Nordisk Ministerrråd
trupulleikarnar, sum Dimmalætting hevur havt, men har var okkurt komið heilt skeivt í hálsin hjá henni. Hennara niðurstøða var í øllum førum, at ein orsøk til trupulleikarnar var stríðið, sum