Kassadamurnar í Eik fingu skuldina

Nýggju tryggingarmenninir, sum nú ráða fyri borg­um í Eik Banka hava rætt­i­liga rætt bakara fyri smið, nú kassa­dam­ur­nar í Eik máttu rinda prís­in og fáa fótin, eft­ir at teir klóku harrarnir við feit­um inn­tøk­um og nógv­um part­a­brøv­um koyrdu bank­an á heysin.

Er tað virkuliga eingin eftir í bankanum, sum kann á­byrgj­ast fyri nak­að? Vóru tað virk­u­liga bara Marn­er og Bjarni, sum høvdu á­byrgd­ina?

Teir blivu pre­m­i­er­að­ir við nøkr­­­um mill­i­ón­um í part, með­an kass­a­dám­ur­nar fingu fót­in í reyvina.
Ja ójavnt er býtt...