ODDAGREIN: Øll vilja hava ávirkan

Tjóðveldisumboðini í Tórshavnar komm­unu svørja nú Heðini Mort­en­sen og Javnaðarflokkinum nú sín trú­skap. Í yvirlýsing mæla tey til, at sam­gong­an heldur fram. Og fyri at gera tað heila nógv lættari mæla tey til, at tríggjar eyka nevndir verða skipaðar, soleiðis at øll fáa ein for­mans­sess í part.

Vit hava nevnt tað fyrr, at fyrst valdi á tjóðveldislistanum í Havn – og Jógv­an Skorheim í Klaksvík – heilt vist fóru at fáa í boði borg­ar­stjór­a­sess. Av somu orsøkum – gita vit – vilja fólk í slíkum støðum ikki framm­an undan valinum siga opið og er­liga, hvønn meiriluta tey fara at stuðla.
Vit settu Jógvani Arge hendan spurn­ing­in uttan at fáa greitt svar. Jógv­an Skor­heim í Klaksvík fekk sama spurn­ing. Hann segði bart út, at hann onga avtalu hevði við Gunvá við Keldu og Fólkaflokkin.
Soleiðis sum valúrslitið háttaði seg, so kundi Heðin Mortensen fara trygt heim at leggja seg, tí við rein­um meiriluta var hann vísur í, at hann ongan knív fekk í ryggin.
Men úrslitið háttaði seg eisini so­leiðis, at eingin av hinum flokk­u­num hevur ráð at halda hánt um Heðin Mortensen. Tí valdu eis­ini allir býráðslimir hann til borg­ar­stjóra hóskvøldið.
Men tað er ikki bara Tjóðveldi, sum soleiðis satsaði skeivt við ikki at knýta seg at sínum sam­starv­s­flokk­i fyri valið. Tað er ikki sið­ur at gera soleiðis. At fólk stinga sam­starvs­fel­ag­ar í ryggin fyri maktina gong­ur sjón fyri søgn – eitt tað mest í­tøki­liga ­dømið er á Eiði, har nýggi borg­ar­stjórin hoppaði av listanum hjá sit­andi borgarstjóra, tí hann bleiv freist­að­ur – og sveik.
Hesin møguleiki var ikki ak­tu­ell­ur í Havn hesaferð, tí Heðin Mort­en­sen hevur buktina og báðar end­ar­nar. Tjóðveldisumboðini kunnu hava rætt í tí, at nevndirnar kundu ver­ið skip­aðar øðrvísi, tó at hetta nú mest tyk­ist sum ein roynd at laga bý­ráðs­ar­beið­ið soleiðis, at pláss verð­ur til Tjóðveldi og tess ávirkan. Hin­veg­in kundi verið spurt, um Sjúrð­ur og Annfinn ikki eisini skulu hava okkurt.
Tað er eyðsæð, at tað mest pol­it­iskt-korrekta, sum Heðin Mort­en­sen kann gera, er at knýta hinar flokk­ar­nar at sær – nú teir so fegnir vilja. Tjóð­veldi stendur helst fremst til vara­borgarstjóran, Sjúrður Olsen kundi fingið onkran formanssess, kanska teknisku nevnd, og Annfinn Brekk­stein ein fíggjarnevndarsess.
Tað verður ov strævið hjá Heðini Mort­ensen at stríðast við allar hinar flokk­ar­nar. Ólíka lættari verður, tá øll eru í parti, nú hann kann fáa tey so bí­liga. Ein dagur verður eisini, tá Heð­in Mortensen ikki er í býráðnum long­ur, og tá fer flokkinum at tørva sam­starvs­flokk­ar.