Aksel V. Johannesen hevur longu vunnið valið um at gerast formaður í Javnaðarflokkinum. Tað hevur hann í øllum førum, um vit telja saman atkvøðurnar hjá teimum feløgum, sum mæla til at velja hann.
Javnaðarflokkurin hevur átta limafeløg. Tey eru:
Norðoyggjar: 20
Eysturoy: 25
Norðstreymoy: 8
Suðurstreymoy: 36
Sandoy: 8
Suðuroyar Norð.: 22
Suðuroyar Syðra: 12
Vágar: 12
Tilsamans: 143 atkvøður.
Viðmerkjast skal tó, at tølini kunnu broytast, tí ein atkvøða er fyri hvøjar 10 limir - og limalistin skal góðkennast av eini mandatnevnd.
Tá ið Norðoyggjar, Eysturoy, Suðuroyar Norðrara og Vága Javnaðarfeløg velja Aksel V. Johannesen, so fær hann 79 atkvøður. Heðin Mortensen hevur stuðul frá Suðuroyar Sunnara og Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag, og tað gevur honum 20 atkvøður. Eftir eru 44 atkvøður, og tað er ikki nóg mikið til nakran annan, enn Aksel V. Johannesen.
Men allar súðir eru ikki syftar enn, og mangt kann broytast áðrenn leygardagin.
Eitt er, at summi Javnaðarfelag hava havt eina demokratiska tilgongd til formansvalið, har limirnir á limafundi sleppa at siga sína meining. Men í nøkrum feløgum hava nevndarlimir tikið limirnar av ræði og hava gjørt av, hvønn felagið skal stuðla – uttan at spyrja limirnar. Og tað er hetta, sum fær fólk at spyrja, um javnaðarfeløg ikki vilja halda limafund um formansvalið, hvat er so nóg stórt at halda limafund um?
Freistin at stilla upp er úti á middegi mikudagin, og tí er seinasti kjansur at halda limafund um hetta í morgin.
Tað hevði sømt seg, at øll javnaðarfeløg lótu vanligu limirnar koma til orðanna, so nógv klókari eru nevndarlimir í javnaðarfeløgunum ikki enn vanligu limirnir.
Tað er fólkið, sum eigur Javnaðarflokkin. Fólkið er grundsúlan undir javnaðarhugsjónini, tí eigur fólkið sjálvandi at koma til orðanna í formansvalstríðnum hjá Javnaðarflokkinum.