ODDAGREIN: Mercedesbilarnir hjá Súna

Tað var eitt áhugavert líknilsi, sum Súni Schwartz Jacobsen, bank­a­stjóri­ í Eik Banka, nýtti í samrøðu við útvarpið um set­hús­a­fígg­ing. Spurdur, hví »bi­dragið«, sum føroysku bankarnir taka, er so nógvar ferðir hægri í Før­oy­um, enn í Danmark, svarði bank­a­stjórin við einum líknilsi:

»Um vit siga, at Mecedes selur tíggju Mercedesbilar í Føroyum um árið, so hevði Mercedes aldrin funn­ið uppá at bygt eina verksmiðju í Før­oy­um at framleiða hesar tíggju bil­ar­nar.«

Hesum hevur bankastjórin púra rætt í. Tey, ið ráða fyri borgum á Mer­­ce­des verksmiðjuni høvdu aldr­in í verðini funnið upp á tað.

Men hevði Carl Friedrich Benz – ella onk­ur av teimum, sum nú ráða fyri borg­um í Mer­ced­es­sam­tak­i­num – frætt, at ein Mer­ced­es­for­handl­­ari í Føroyum hevði selt somu vøru í Føroyum fyri tríggjar ferð­ir prís­in, sum sami forhandlari seldi vør­una fyri í Danmark, so hevði hann neyvan sloppið at ver­ið Mer­ced­es­fo­r­handl­ari leingi afturat.

Men sum brúkari ert tú full­komi­liga givin upp fyri skutil mót­veg­is bankunum. Tú hevur einki at siga, mynd­ug­leik­ar­nir siga einki, og tí mást tú bara taka tað fyri góða vøru, sum bank­ar­nir gera og sum banka­stjór­ar­nir siga. Tú hevur ikki annan valmøguleika, enn bank­ar­nar, sum í veruleikanum gera neyvt tað sama – tí kunnu vit tosa um bank­an heldur enn um bankarnar, tí har er eingin munur.

Tað er eftir øllum at døma í lagi, at BankNordik kann selja somu vøru – hetta vælsignaða bi­drag­ið á real­kred­itt­lánum, sum bank­in selur fyri onnur – so nógv dý­r­ari í Føroyum enn í Danmark.

Sambært bankastjóranum so er tað í lagi. Tí, sum hann sig­ur, í Danmark hava tey ein real­kre­ditt­mark­n­að upp á 2.500 milliardir krón­ur, meðan okkara heimligi markn­aður bara er upp á sjey milli­ard­ir.

Og meðan løgmaður og vinnu­mál­a­r­áð­harri og øll onnur í pol­it­isku skipanini tosa um, hvussu dýrt tað er, og hvussu høg rentan er, so hend­ir akkurát einki. Løgmaður sig­ur, at hann ofta hevur sagt við bank­ar­nar, at rentan er ov høg. Tað ger so heldur ongan mun. Og bank­a­stjór­ar­nir siga, at tað loysir seg ikki at stovna før­oysk­an realkreditt.

Vit mugu altso sláa okkum til tols við, at í Føroyum kostar eitt bú­stað­ar­lán nógv meira enn í Dan­mark, sjálvt um bankin er tann sami.

Vit kunnu so bara vóna, at tey ungu nýútbúnu fólkini kortini vilja flyta til Føroya – har tú skalt gjalda ein Mercedes meira fyri býli, enn í Dan­mark...