Klárt at kampera við Gjógv

Á heimasíðu sínari skrivar Sunda Komm­una, at nýggja kam­p­ing­økið verð­ur nevnt Flatn­a­garður. Hetta eftir stað­arnavninum e­yst­uri á Fløtum.

Flatnagarður ligg­ur við útsýni beint yv­ir á Kalsoynna við Kun­oynni í baksýni. Oyggj­ar­nar reisast steyr­rættar úr havinum, og fjøllini eru høg og hvøss.
Í Flatnagarði er pláss fyri 25 kamp­ing­vogn­um. Á øki­num hevur Sunda komm­una bygt hús við øll­um hentleikum til tey vitjandi. Fyrstu gest­ir­nir sleppa inn á økið týs­dagin 15. apríl.