Einki gjørt við fjøl­miðla­kommisión

Tá Mentamálaráðið og kring­varps­stýrið skrivaðu und­ir public service sátt­mál­an í heyst varð sam­stund­is boðað frá, at ein fjøl­miðl­a­komm­issión skuldi set­ast at skriva álit um ver­andi og fram­tíð­ar støðu fjøl­miðl­anna í Føroyum. Hetta fat­aðu vit á privatu fjøl­miðl­u­num sum eina tátu. Tí lands­stýr­is­kvinn­an í ment­a­mál­um setti til viks pol­it­isku semj­una um at fáa skip­að við­ur­skifti á fjøl­miðl­a­mark­n­að­i­num, tá hon ikki megn­ar at skapa Kring­varp­i­num neyðugu fígg­ing­ina.

Hetta politiska at­gerð­ar­loysi hevur ta beinl­eið­is avleiðing, at lívs­grund­ar­lag­ið hjá privatu fjølmiðlunum er hótt. Men fyri at kyrra priv­atu miðlarnar, ætlaði lands­stýr­is­kvinn­an at »seta eina komm­isión«.

Nú ein tíð er fráliðin, hev­ur Sosialurin biðið um inn­lit í arbeiðið við hesi komm­i­si­ón - og tær ætlanirnar, sum lands­stýr­is­kvinn­an hev­ur. Men her var lítið at heinta. Í innlitssvarinum sig­ur Ment­a­mál­a­ráð­ið, at ráðið hevur í eina tíð ar­beitt inn­an­hýsis við hesi ætlan, men at enn er kommisiónin ikki sett, og at Mentamálaráðið tí­skil einki tilfar hevur at út­flýggja.

Halló Helena Dam á Neyst­a­bø! Ikki ein stavur er skriv­að­ur í mál­i­num um hesa kommisiónina. Tú hev­ur breiðkað skatta­grund­ar­lag­ið undir kringvarpinum sam­stundis sum tú tryggjar Kring­varp­i­num­, at tað kann fara í eina beinharða hamr­andi órættvísa kapping á lýs­ing­­ar­markn­að­i­num við 80 mill­i­ón­um almennum skatt­a­krónum í rygginum fyri at jarðleggja privatu miðl­ar­nar í Føroyum. Hvat hugs­ar tú fyri tær? Ætlar tú at tjóðartaka privatu miðl­ar­nar í Føroyum?

Slíkur politikkur er ó­ment­að­ur og sera ó­dem­o­krat­isk­ur!