høvuðstalarar á møtunum. Við teimum eru einir 15 forbiðarar, sum fara at ganga runt undir møtunum og hjálpa fólki í bøn, um tey ynskja tað. Nógv fólk Tað eru nógv fólk, sum komin eru til møtini í Toronto, síðan [...] har møtini eru. Summi fólk eru lívligari enn onnur, og tað ávirkar eisini kristilig møti, siga Torontofólkini. Endurnýgging Nógvur dentur verður lagdur á, at tað, sum hendir, er, at fólk verða endurnýggjað [...] ávísu uppgávu á møtunum. Hetta eru serfrøðingar í at biðja fyri fólki. Tey eru inkarnatiónir av Guðs kærleika, sum skulu hjálpa fólki at fáa bønirnar upp á pláss. Hesi fólkini eru identifikatiónir av Guði.
planturnar eru langt burtur frá altíð tær sjáldsamastu á at líta, og tí mugu tað vera fólk við skili fyri plantum, sum hava tikið planturnar. Og tað mesta, sum soleiðis hvørvur av Gróðurstøðini, eru júst tær [...] ongantíð hevur nakar sæð nakað. Tað er ikki soleiðis at skilja, at hann vil hava fólk at melda, men tað er neyðugt, at fólk hjálpa, soleiðis at planturnar fáa loyvi at koma fyri seg. Tá teir á Skógrøktini [...] undir hátíðarhaldi, sum tá hesi bæði trøini vórðu plantað fyri fýra árum síðan. - Tað er harmiligt, um tað ikki skal bera til her at hava slíkar siðir, heldur Tróndur. Men tað eru ikki bara ótangar, sum gera
Arbeiðuppgávurnar hjá bólkinum eru tvær. Onnur er umlætting og hin at byggja vardar bústaðir við felsgshølum. 32 pláss eru á røktarheimi, og 11 pláss á Vistarheiminum, men hesi pláss røkka einki, tí tørvurin [...] at gongd fer at koma á ætlanina um at byggja nýtt ellisheim í Klaksvík. Í oktober mánaði fara nøkur fólk til Kópavágs í íslandi at vitja fyri at kunna seg um, hvussu ellisheim har verða bygd. Farið verður [...] væl at fyrireikingararbeiðinum, sum nú verður gjørt. Arbeitt verður saman í sátt og semju, tí øll eru samd um, at nakað má gerast, og tað hevur skund. Býráðið hevur eisini tvey lík projekt ligjandi, og
Norðuratlantshavi. Sagt verður, at japanar og koreanar hava eini 160 skip hvør á leiðini. Og eisini aðrir sum eitt nú taiwanesar eru við. Hesi skip sveima um allan knøttin, so tað kann væl fara at gerast trongligt [...] línuskip undir royndir eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Við skipunum eru tveir føroyskir eygleiðarar frá Fiskirannsóknarstovuni. Hesi bæði skipini, sum nú royna í føroyskum sjógvi, royna við flotlínu suðuri [...] Tað vil siga heilst suðuri móti markinum, sigur Fiskirannsóknarstovan. Tey seta eystur og vestur og eru eina fimm fjórðingar hvørt frá øðrum. Fiskurin, tey fáa, er Bláfjarðaður tunfiskur, sum er dýrur fiskur
Heyggur, at Vestern spældi nógv í sekstiárunum, og ikki munnu tey vera so fá, sum funnu saman hesi kvøldini. So hvør veit, um ikki onkur tilkomin vestmenningur, ella aðrastaðni frá fyri tann skuld, hevur hug [...] Dansistovuna í Vestmanna, sum brúkt verður í felagsarbeiðinum. Tað eru 12 ár síðan, Heyggur keypti Dansistovuna, og hevur mesta orkan hesi árini verði løgd í at gjalda húsið Við rættiliga góðum stuðli frá [...] ungtemplarafelagið Heyggur, sum skipar fyri. Og vestmenningar hava náttbussin, sum syrgir fyri, at fólk koma væl og virðiliga aftur til hús eftir slíkt tiltak. Klokkan fýra sunnumorgunin fer bussurin úr
ídnaður, og vinna sum heild, hevur avmarkaðar fíggingarmøguleikar. Umframt peningastovnarnar eru fáir stovnar, hvørs endamál er at fíggja føroyska vinnu. Nevnast kann m.a., at hvørki Menningargrunnurin ella [...] flakavinnuni á landi og á størstu sølufyritøku í landinum. Føroya Ídnaðarfelag tekur ikki undir við hesi loysn og mælir ístaðin til, at Føroya Løgting ber so í bandi, at Framtaksgrunnurin verður varðveittur [...] ella Ídnaðargrunnurin hava veitt vinnu-fígging seinastu mongu árini. Í Framtaksgrunninum eru framvegis upp ímóti 100 mió. kr., sum kunnu veitast sum partapeningur ella ábyrgdarlán til føroyska vinnu. Hesin
dystirnir eru allir vunnir. Samanlagt eru 18 dystir spældir og stigatalið er 46 út av 54 møguligum. Málmunurin er 97 vunnin og 29 tapt mál. Kappingin endar 18. oktober, og tá byrjar endaspælið um hvør skal [...] kappingarár spæla í seriu 5. Hóast tríggir dystir framvegis eru eftir at spæla, hava føroyingarnir longu vunnið sær uppflytingina. Teir eru átt stig frammanfyri næstbesta liðið og 13 stig frammanfyri triðbesta [...] eitt føroyskt felag ikki er stovnað enn, eru m.a., at tað í Århus er trupult at finna hóskandi fótbóltsvallir og venjingartíðir. Íslendingar kunnu bjóðað hesi bæði, so tað var ikki ringt at taka støðu
Leygardagin verður árliga FM-Cup kappingin í Århus. Kappingin er fyri føroyingar í Jútlandi og á Fjóni. Tað eru Føroyingarfelagið og føroyska seriu-6 liðið í Århus, sum skipa fyri kappingini. Fyrireikingarnar byrjaðu [...] var at fáa 8-9 lið at luttaka, men í skrivandi stund er líkt til, at seks lið verða við íkappingini. Hesi koma úr Esbjerg, Horsens, VKF (Vejle, Kolding, Fredericia) og Århus. Esbjerg og Århus luttaka við [...] eitt ferðasteyp, sum Esbjerg vann í fjør. Undan teimum hava Horsens og Ålborg vunnið steypin ein ferð hvør. Vinnarin av kappingin fær steyp og heiðursmerki. Næstbesta liðið fær steyp og spælararnir virðislønir
spjaða ræðslu og ótta út í hvønn krók og hvørja kroysu í landinum. Hvør lítil spíri til mótstøðu má knúsast í føðingini og tí verða fólk tikin, pínd og fyribeind uttan fyrilit. Bara allar minsti illgruni [...] nóg mikið til at fólk verða fyribeind. Ofta er tað hjá studentum og útbúgvnum fólki, at fyrstu spírarnir til mótstøðu spretta burturúr, og av tí sama hava einaræðisharrar ofta lesandi fólk í kikaranum Uttan [...] handtók, fongslaði, píndi og myrdi frá hond, og læt fólk í hópatali hvørva?. Og at enda skal nevndin kannað, um nakrir ?veteranar? frá einaræðistíðini enn eru politistar. ? Samstundis varð Yanichelli koyrdur
er nógv og gott fólk í Runavík verður undirstrikað av, at dreingjaliðið eisini fer at vinna FM heitið. Teir hava tríggjar dystir eftir at spæla, og um teir vinna ein av teimum, so eru teir FM vinnarar [...] kappast um í 1995. KÍ gott tak á B36 Klaksvíkingar hava ikki staðið seg serliga væl í unglingadeildini hesi seinnu árini. Teir hava ikki vunnið meistaraskapin síðani 1991, tá teir eisini vunnu steypakappingina [...] vinnarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er nógv sum bendir á, at fyritreytirnar hjá NSÍ eru góðar at vinna okkurt FM heitið afturat í unglingadeildini í nítiárunum, umframt tey trý, sum teir longu hava