Fótbóltsliðið hjá føroyingunum í Århus skal næsta kappingarár spæla í seriu 5.
Hóast tríggir dystir framvegis eru eftir at spæla, hava føroyingarnir longu vunnið sær uppflytingina. Teir eru átt stig frammanfyri næstbesta liðið og 13 stig frammanfyri triðbesta liðið. Hóast allir teir síðstu dystirnir skuldu enda við ósigri, so flytir liðið upp, tí tvey tey fremstu flyta upp.
Áhugin fyri fótbólti millum útisetar í Danmark hevur verið vaksandi seinnu árini. Í nærum øllum teimum størstu býunum luttaka føroyingar í kappingum hjá DBU. Flestu liðini spæla í seriu 1-6, harav meginparturin í teimum niðaru seriu 4-6.
Byrjaðu í fjør
Hóast Århus er næststørsti føroyingar-býur í Danmark, fór fótbóltsfólkið har ikki at luttaka í donsku kappingini fyrr enn í fjør.
Í øðrum býum hava føroyingarnir stovna sítt egna felag, men í Århus eru teir farnir varliga fram. Teir vildu vita um áhugin var nóg stórur, áðrenn teir stovnaðu felag, og tí luttóku teir fyrst gjøgnum eitt annað felag í býnum, Vejlby Idrætsklub (VIK), sum eitt sokallað »afturlatið lið«.
Føroysku spælararnir gjørdust limir í danska felagnum, men á liðnum spældu bert føroyingar. Úrslitið varð meðalgott, eitt sætta pláss millum 12 lið.
Aftur í ár verður luttikið sum »afturlatið lið.« Hesaferð gjøgnum íslendska fótbóltsfelagið í Århus, kallað Hekla. Orsøkirnar til, at eitt føroyskt felag ikki er stovnað enn, eru m.a., at tað í Århus er trupult at finna hóskandi fótbóltsvallir og venjingartíðir. Íslendingar kunnu bjóðað hesi bæði, so tað var ikki ringt at taka støðu til, at luttaka gjøgnum teir.
Afturat hesum kemur, at tað lættir nógv um bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga at vera saman við íslendingum.
Gingið væl í ár
Ikki kann sigast annað enn at tað hevur gingið væl betur hjá liðnum í ár enn tað gjørdi í fjør.
Kappingin byrjaði 5. apríl, og teir fyrstu tríggir dystirnir endaðu við sigri. Síðani kom eitt tap uppá 1-4 móti Solbjerg IF. Aftaná hetta komu ikki færri enn seks sigrar á rað, tann størsti 15-1. 1-1 javnleikur var móti AIA/Tranbjerg, og síðsti dysturin áðrenn summarsteðgin endaði við 5-1 til føroyska liðið.
Fyrsti dysturin eftir summarsteðgin endaði við 5-2 sigri móti Solbjerg IF, hóast liðið var eitt sindur skert orsaka av summarfrítíðini.
Eftir tann dystin kom tap nummar tvey. tá Rosenhøj vann 4-3. Teir síðstu fýra dystirnir eru allir vunnir.
Samanlagt eru 18 dystir spældir og stigatalið er 46 út av 54 møguligum. Málmunurin er 97 vunnin og 29 tapt mál. Kappingin endar 18. oktober, og tá byrjar endaspælið um hvør skal gerast jútlandsmeistari. Spælt verður eftir cup-skipanini, og finalan verður einaferð í desember mánaði.