Taka ofta tað sjáldsamasta

Planturnar, sum Skógrøkt Landsins við stríð og strev fær at vaksa í Føroyum, verða mangan skryktar upp við rót av ótangum, ella fara plantukennarar við teimum

Tað er eitt stórt arbeiði, sum Skógrøkt Landsins ger við at planta, bæði í viðarlundini og aðrastaðni.

Men virðingin millum fólk fyri hesum arbeiði kundi verið væl størri.

- Tað vísir seg, at hvørja ferð dansur hevur verið í Gundadali, noyðist viðarlundin at standa model til mangt og hvat. Tað verður traðkað niður, trø verða kvett av og skrykt upp við rót, sigur Tróndur Leivsson, landsskógarvørður.

Eitt árið fekk Skógrøktin eina stóra peningagávu og keypti fyri henda pening plantur, sum settar vórðu fram við ánni í viðarlundini. Teimum eru bara fáar eftir av nú, tí tað er oyðilagt so við og við.

- Tað er so harmiligt, at einki skal fáa frið. Vit hava so nógv annað at stríðast við, veður og vind. Eg skilji als ikki, at nakar fær seg til at gera seg inn á tað, sum veksur, sigur Tróndur.

Hann heldur tað eisini vera løgið, at hetta herverkið hendir á alfaravegi, og ongantíð hevur nakar sæð nakað. Tað er ikki soleiðis at skilja, at hann vil hava fólk at melda, men tað er neyðugt, at fólk hjálpa, soleiðis at planturnar fáa loyvi at koma fyri seg.

Tá teir á Skógrøktini mánamorgunin komu í viðarlundina, sóu teir ta syrgiligu sjón at tvey trø vóru brotin. Annað varð skrykt upp og brotið, hitt kvett av.

Hesi bæði trøini høvdu eina serligu søgu, tí tað vóru táverandi løgmaður og táverandi býráðsformaður í Havn sum plantaðu trøini í 1993.

Trøini vórðu nú vaksin so mikið, at tey vóru ein lítlan metur høg. Teir á Skógrøktini hava ansað serliga væl eftir hesum trøum, sum vórðu ætlað einaferð at skula standa sum inngongd frá viðarlundini til Listasavnið.

Tað er vanligt aðrastaðni, at kendir persónar planta trø undir hátíðarhaldi, sum tá hesi bæði trøini vórðu plantað fyri fýra árum síðan.

- Tað er harmiligt, um tað ikki skal bera til her at hava slíkar siðir, heldur Tróndur.

Men tað eru ikki bara ótangar, sum gera seg inn á tað, sum veksur. Ferð eftir ferð hvørva tær mest sjáldsomu planturnar, sum Skógrøktin gera royndir við og plantar her. Tær planturnar eru langt burtur frá altíð tær sjáldsamastu á at líta, og tí mugu tað vera fólk við skili fyri plantum, sum hava tikið planturnar. Og tað mesta, sum soleiðis hvørvur av Gróðurstøðini, eru júst tær mest sjáldsomu planturnar. Hetta fortelur, at heldur ikki tey plantukønu fólkini virða arbeiðið, sum gjørt verður av Skógrøktini.