Trúgv er sum at geva konuni blómur

Tað verður ofta ført fram, at vit eiga at trúgva uttan at síggja. Men tað er mangan í Bíbliuni víst á, at tekin hendu, sum fingu fólk at trúgva



Trúgvin er sum hjúnarlagið. Tað er ikki altíð nokk at siga konuni, at tú elskar hana. Tað kann eisini vísast við at keypa henni rósur av og á.

Tað sigur Guy Chevreau, vanliga nevndur Guy, ið er annar prædikumaðurin frá Torontorørsluni, sum eru í Føroyum í løtuni.

Á tíðindafundi, sum hildin var á Tórshavnar Sjómansheimið fyrrapartin í gjár, var høvi at hitta nøkur av teimum fólkunum, sum komin er til Føroyar í sambandi við møtini hjá Toronto-rørsluni, sum hildin verða í vikuni.

Tað verða teir báðir, Guy Chevreau úr Toronto og Steve Witt úr Ohio, sum verða høvuðstalarar á møtunum.

Við teimum eru einir 15 forbiðarar, sum fara at ganga runt undir møtunum og hjálpa fólki í bøn, um tey ynskja tað.


Nógv fólk

Tað eru nógv fólk, sum komin eru til møtini í Toronto, síðan rørslan byrjaði tann 20 januar 1994.

Eini 300.000 - 400.000 verður roknað við. Og tey eru komin úr øllum heiminum.

Toronto møtini hava fingið hugan at sveima hjá fólki. Serliga hjá teimum, sum ikki hava verið hjá, siga fyrireikararnir av møtunum í Føroyum.

Men tað er munur á møtum, sigur Guy. Tað er rættiliga ørðvísi at halda møti í til dømis Japan, enn tað er í Australia.

»Og kanska fara vit at uppliva okkurt heilt annað enn vit hava gjørt fyrr, tá vit nú fara at hava møtir í Føroyum.«

Mangan er sagt, at tað gongur rættiliga harðliga og vilt fyri seg á møtunum.

Men tað er alt eftir, hvussu mentanin er, har møtini eru. Summi fólk eru lívligari enn onnur, og tað ávirkar eisini kristilig møti, siga Torontofólkini.


Endurnýgging

Nógvur dentur verður lagdur á, at tað, sum hendir, er, at fólk verða endurnýggjað í trúnni.

Ein veking kann vera so ymiskt, og eingin veking líkist aðrari, verður sagt.

Guy sigur, at hann var baptistaprestur, áðrenn hann kom til Toronto. Men seinastu trý árini hevur hann verið prestur í Torontorørsluni.

Hann upplivdi ikki nakra frelsu, sigur hann, tí tey viðurskiftini vóru í lagi frammanundan. Men hann upplivdi eina endurnýggjan av trúnni, sum hann ikki hevði kent makan til áður.

Tað er trúnna hjá fólki, tey eru komin higar at endurnýggja, siga tey. Ikki at stovna nýggjar kirkjur ella skapa spjaðing millum tær, sum eru her frammanundan.

Tvørtur í móti vóna tey at kunna binda kirkjur og samkomur tættari saman, verður sagt.


Forbiðararnir

Forbiðararnir hava sína ávísu uppgávu á møtunum. Hetta eru serfrøðingar í at biðja fyri fólki.

Tey eru inkarnatiónir av Guðs kærleika, sum skulu hjálpa fólki at fáa bønirnar upp á pláss.

Hesi fólkini eru identifikatiónir av Guði. Og tað er líkasum lættari at finna eina adressu til bønina, verður sagt, tá tú hevur okkurt ítøkiligt at venda tær til, heldur enn at senda bønina út í ta tómu rúmdina til onkran, tú ikki sært.

Tað tykist lættari at fáa onkran uttaneftir at biða við fólki. Og hesi fólkini kenna tað sum sítt kall at koma hendan vegin at biða fyri føroyingum. Eina aðra ferð verða tað kanska føroyingar, sum fara út í heimin at biða fyri onkrum øðrum, siga tey.


Guð í hjartanum

Eg veit, at eg havi Guð í hjartanum, og so leggi eg einki í, um onnur fólk halda meg vera øran, sigur Guy Chevreau, prestur í Toronto samkomuni.

Hann sipar til, at ikki øll halda líka nógv um, at teir lekja fólk á møtunum.

Men tey fara at halda fram, sigur hann.

Tað vísir seg, at fleiri fólk gerast frísk, tá biðið verður fyri teimum, enn um tað ikki verður biðið.

Tað er kortini ikki soleiðis, at vit ganga runt og halda, at vit eru nakað meira enn onnur, sigur Guy Chevreau.

Vit hava øll nakað av Guðs veruleika í okkum, sum vit vilja geva víðari. Og tað gevur nýtt lív og kennist, sum tað eru jól hvønn dag, sigur ein av forbiðarunum, sum komin er hendan vegin til møtini hjá Toronto-rørsluni.