Til Íslands at kanna ellisheim

Ein arbeiðsbólkur í Klaksvík fer i næsta mánaði til Kópavágs í Íslandi. Býurin er heimskendur fyri síni ellisheim

Nú røkist alt fyri, at gongd fer at koma á ætlanina um at byggja nýtt ellisheim í Klaksvík.

Í oktober mánaði fara nøkur fólk til Kópavágs í íslandi at vitja fyri at kunna seg um, hvussu ellisheim har verða bygd. Farið verður til Kópavágs, tí Kópavágur er fyrimyndin hjá øðrum býum í Íslandi eins og hjá øðrum londum, hvat ellisheimum viðvíkur.


Vinir hjálpa

Tað ger tað ikki verri hjá klaksvíkingum, at Kópavágur er vinarbýur hjá Klaksvíkini, og vinarbýarsamstarvinum fær Klaksvík her nakað ítøkiligt burtur úr. Vinarbýurin hevur nevniliga boðið sær til at vegleiða Klaksvíkini ókeypis, tá farið verður at byggja ellisheim.

Síðan í vár hevur ein arbeiðsbólkur sitið við umboðum fyri Vistarheimið, sjúkrahúsið, røktarheimið og Heimarøktina.


Stórur tørvur

Arbeiðuppgávurnar hjá bólkinum eru tvær. Onnur er umlætting og hin at byggja vardar bústaðir við felsgshølum.

32 pláss eru á røktarheimi, og 11 pláss á Vistarheiminum, men hesi pláss røkka einki, tí tørvurin er nógvar ferðir størri enn so.

Ætlanin er, at umframt umboð fyri teir fýra stovnarar skul umboð fyri landsstýrið og fyri lánistovnarnar fara við til Íslands.

Tá bólkurin so kemur heim aftur, skuldi borið til at farið í gongd heilt skjótt við at bygt. Øki er tøkt, og nakað av peningini stendur á bók frá eini innsavning, sum varð gjørd fyri nógvum árum síðan.


Hevur skund

Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík, letur væl at fyrireikingararbeiðinum, sum nú verður gjørt. Arbeitt verður saman í sátt og semju, tí øll eru samd um, at nakað má gerast, og tað hevur skund.

Býráðið hevur eisini tvey lík projekt ligjandi, og tey verða tikin við, tá arbeiðsbólkurin fer at gera sítt álit.


Arbeiða eisini

Tað serliga við ellisbústøðunum í Kópavági er, at so stórur dentur verður lagdur á, at tey eldru skulu vera virkin sum gjørligt og gera sín part av arbeiðinum. Tað sparir starvsfólk, sum er tann dýrasti parturin av rakstrinum av slíkum heimum.

- Tað mugu vit eisini inn á her, sigur Jógvan við Keldu.