? Støðan er onki serlig. Vit vóna bara, at vit sleppa av stað sum skjótast.
Nei, tá ið tú noyðist at hava politistar á vakt uttanfyri húsini alt samdøgurið, og tá ið vakatarhald má vera á skúlanum, børnini ganga í, er støðan einki serlig.
Lítið grunaði Marjun Dahl úr Havn, at hon einaferð skuldi verða noydd at flýggja yvir háls og herðar úr nýggja heimlandi sínum, Argentina.
Men nú er støðan hjá henni, og øllum húskinum, so ótrygg, at báði danska sendistovan, mannarættindafelagsskapir, og onnur hava verið noydd at hjálpa teimum, og í løtuni verður roynt at útvega teimum pening so tey sleppa av landinum.
Fortíðin spøkir
Tað er fortíðin hjá argentinska manni Marjuna, sum nú spøkir aftur.
Fyri nøkrum árum síðani møtti Marjun argentinaranum Luis Urquiza, og eftir at hava búð í Keypmannahavn eina tíð, gjørdi tey í november 1994 av at flyta aftur til heimland hansara.
Maðurin varð rýmdur til Argentina undan tí harðrenda hernaðarstýrinum.
Hann hevði verið politistur, men samstundis hevði hann lisið á lærdum háskúla, og í.
Og tá á døgum var tað nóg mikið til at koma undir illgruna fyri ?statsfíggindaligt? virksemi.
Tí tað liggur í náttúruni hjá harðrendum einræðisharrum, at teir kunnu bara yvirliva við at spjaða ræðslu og ótta út í hvønn krók og hvørja kroysu í landinum. Hvør lítil spíri til mótstøðu má knúsast í føðingini og tí verða fólk tikin, pínd og fyribeind uttan fyrilit. Bara allar minsti illgruni er um, at tey havast at onkrum, sum kann koma einaræðisharranum aftur um brekkur er nóg mikið til at fólk verða fyribeind.
Ofta er tað hjá studentum og útbúgvnum fólki, at fyrstu spírarnir til mótstøðu spretta burturúr, og av tí sama hava einaræðisharrar ofta lesandi fólk í kikaranum
Uttan at vera serliga politisk virkin, varð Luis Urquiza brádliga handtikin, settur fastur og píndur.
Hann var tó leyslatin aftur og rýmdi til Danmarkar, har Marjun og hann hittust.
Men nú einaræðið er fallið, og fólkaræðið aftur sett í gildið aftur í Argentina, hildu tey, at tey ekkaleys kundu fara yvir aftur.
Men síðani hava tey fingið at sannað, hvussu seiglívað eitt einaræðið, sum hevur gjøgnumsúrgað eitt heilt land, hvørja skrivstovu og hvønn stovn, kann verða.
Tí nú, nógv ár aftaná stinga hógvarnir enn undan.
Og avleiðingin hevur verið, at Marjun, Luis, og alt hús teirra, fleiri ferðir hesar seinastu mánaðirnar eru hótt av ókendum fólki í telefonini.
Hesar hóttanir verða tiknar í so stórum álvara, at politisar halda vakt yvir teimum alt samdøgurið, og báði danska sendistovan í Buenos Aires og ymsir mannarættindafelagsskapir eru komnir uppí.
Samstundis er frágreiðing send Amnesty International í London.
Funnu hópgrøv
Marran hjá Marjuni og teimum byrjaði í mai mánaða, tá ið nakrar hópgravir frá einaræðistíðini vórðu fundnar í einum kirkjugarði heimbýi teirra, Cordobá.
? Í hesum sambandið vóru eyguni vend ímóti fregnartænastustjóranum í landspartinum, Carlos Yanichelli, tí hann var undir illgruna at hava verið uppí hesum hópmorði greiðir Marjun frá.
? Politikarar úr fleiri flokkum kravdi, at guvernørurin í Cordoba kannar, hvønn leiklut Yanichelli hevði í hesum sorgarleiki.
? Í hesum kanningum er Luis Urquiza nevndur í fjølmiðlunum sum eitt møguligt vitni ímóti Yanichelli.
Marjun sigur, at maður hennara hevur tvær ferðir fyrr, báði fyri Amnesty International í Keypmannahavn í 1980 og og fyri argentinsku sendistovuni í Danmark í 1984 ákært henda sama Yanichelli fyri at vera ein av bøðlunum, sum hevði pínt hann, tá ið hann sat fastur.
Hon sigur, at hóast offrini altíð høvdu bind fyri eyguni, tá ið tey vóru pínd, fyri ikki at kunna vitna ímóti bøðlunum, kendi Luis summar teirra aftur á málinum av tí at hann sjálvur var politistur.
? Nú hevur Luis aftur verið í fjølmiðlunum og greitt frá, at hann visti um fregnartænastustjóran.
? Tað endaði við, at guvernørurin setti eina nevnd at kanna fortíðina hjá Yanichelli.
Nevndin skuldi eisini kannað, hvussu politideildin, ið hevði til arbeiðis at berjast ímóti politiskari mótstøðu, virkaði frá 1974-83.
? Hendan politideildin taldi báði vanligt politi og hálvhernaðarliga fregnartænastu, og handtók, fongslaði, píndi og myrdi frá hond, og læt fólk í hópatali hvørva?.
Og at enda skal nevndin kannað, um nakrir ?veteranar? frá einaræðistíðini enn eru politistar.
? Samstundis varð Yanichelli koyrdur í farloyvi og í juli mánaða varð hann sagdur úr starvi.
Marjun sigur, at nevndin var liðug við arbeiði í juli. ógvuliga lítið er likið út um úrslitið, men ein niðurstøða var, at yvir 100 politistar frá einaræðistíðini eru í starvi enn, summir í høgum størvum. Um Yanichelli er onki likið út enn.
Blivu hótt i telefonini
Marjun sigur, at eftir at maður hennara alment hevur greitt frá, hvat hann visti um Yanichelli, eru tey fleiri ferðir hótt við lívinum.
? Fleiri ferðir hava ókend fólk ringt til okkara og sagt ,at ?...nú verður tað skjótt vit koma at taka tykkum..? og ?...nú er ikki leingi afturat, so...?
Marjun sigur, at tað einu tíðina løgdu tey eisini merki til ein fremmandan bil, sum javnan koyrdi aftur og fram eftír tí friðaliga vegnum, tey búgva við,og har annars ongir bilar koyra uttan hjá fólki,sum búgva har.
? Tá ið bilurin varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði falskar nummarplátur, men at fregnartænastan átti bilin.
Politivakt dag og nátt
Marjun segði, at tey tóku hetta í størsta álvara og settu seg tí í samband við danska sendiharran í Buenos Aires.
? Eisini hann tók málið í størsta álvara og setti seg í samband við guvernørin um trygdina hjá teimum.
? Úrslitið av tí var, at politi varð sett á vakt uttanfyri húsini dag og nátt.
Somuleiðis verða tey noydd at fylgja børnunum í skúla og heimaftur.
Á skúlanum er altíð vaktarhald at syrgja fyri, at ørindaleys ikki sleppa inn á skúlan.
Men nú er vaktarhaldið á skúlanum styrkt, meðan báðar døturnar hjá Marjuni eru í skúla.
Noyðast at flýggja
Hóttaninar hildu fram og støðan er nú so ring, at tey noyðast at rýma.
? Danski sendiharrin skuldi søkja ein grunn hjá danska uttanríkisráðnum, sum hjálpir fólki, sum eru í somu støðu sum vit, fíggjarliga.
Enn er svar ikki komið.
Men Marjun og tey siga, at beinanvegn tey fáa kansin, flýggja tey úr Argentina, aftur til Danmarkar.
Hon sigur, at tey hava havt eina lítla kiosk, men hana hava tey verið noytt at lata aftur.
? Tað var beinanvegin, at vit mistu øll viðskiftafólk. Fólk tordi snøgt sagt ikki at keypa frá okkum, nú tað uddi við politistum og politibilum rundanum okkum alla tíðina.
Hvussu verður við húsunum, og tí tey annars eiga, er óvist, men møguliga noyast tey at rýma frá øllum.
Umtala stóran týdning
Marjun sigur, at tað hevur stóran týdning, at mál, sum hetta fær umrøðu.
? Meiri umrøðu eitt slík mál fær, verri er at gera álvara av hóttanunum, tí eingin torir at gera nakað, so leingi fólk fylgja við.
Og málið hevur fingið nógva umrøðu í Argentina, báði í bløðum og sjónvarpi.
Tí heldur Marjun, at vandin er ikki so stórur beint nú.
? Men vit stúra fyri, hvussu verður, táið ein tíð er fráliðin.
Hon sigur, at tað tí er av alstórum týdningi, at fólk gera vart við seg.
Marjun sigur ein mannarættindafelagsskapur í Argentina hevur tikið málið upp, og tað hevur ført við sær, at guvernørurin í Cordobá hevur fingið nógvar áheitanir um at ansa eftir okkum, báði úr Argentina, men eisini uttanlands, eitt nú úr Kanada.
Tað er eisini gjørt vart við málið hjá Amnesty International í London.
Marjun sigur, tað tey, sum hava hug at gera vart við seg, kunnu senda guvernørinum fax, har tey siga, at tey stúra fyri trygdini hjá Urquiza húskinum í Cordoba og heita á hann um at fylgja gjølliga við gongdini.
Fax nummarið er:
0095451690453, og guvernørurin eitur Mestre.
Tað ber eisini til at skriva teldubræv til:
serpej@wanani.aec.oej.