Hans Poulsen, sum hevur lagt henni lag á, hvussu ein mennir seg í hesi ítróttargreinini. Hóast hon gongur í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, og hevur heimaarbeiði fyri, so fer ein stórur partur av frítíðini [...] Talvfelag. Tær hava staðið seg rættiliga væl í hesi kappingini. Seinastu vit frættu høvdu tær trý stig í part, og lógu millum 6 og 10 teir ovastu telvararnar í unglingadeildini. - Eg havi glett meg nógv [...] hetta til fulnar, tað prógvar ikki minst góða úrslit hennara í farna mánaði: Tá endaði hon við at gerast Danmarksmeistari í talvi fyri gentur í aldrinum 14-15 ár. Herborg ynskti beinanvegin av sonnum at
hesum skeiðnum í tøving eru hesar: Sunnrid Sirdal, Hvannasund Sirið Bjartalíð, Klaksvík Heidi Hvidbro, Klaksvík Jórun Haraldsen, Miðvág Sólvá Hansen, Klaksvík Maiken Stenberg, Klaksvík Gunnvør Sigurðsson [...] hitta aðrar kvinnur. Hóast tær eru í ymiskum aldrum, eru tær savnaðar her við einum endamáli: At læra meiri um tøving. Sloyfur Hetta skeiðið í tøving varir samanlagt í 64 tímar, og byrjar á morgni og endar [...] og arbeiða ull, hesar sjey hugagóðu kvinnurnar í Handarbeiðsskúlanum. Seks teirra sita við borðini og gera ymiskt úr ullini, meðan tann sjeynda kvinnan er í einum øðrum rúmi og vaskar ull. Frammanfyri teimum
ongan vinning Leiðarin í Føroyahúsinum ásannar, at hann í 2000 byrjaði at umboða Føroya Bjór á ølfestivalum í Danmark, eins og hann byrjaði at selja Føroya Bjór til aðrar keyparar í Danmark. Men hann leggur [...] tók við leiðarasessinum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, hevði Føroyahúsið leingi keypt Føroya Bjór frá eini kvinnu á Vesterbro, sum innflutti nógv útlendskt øl, m.a. úr Klaksvík. Tá kvinnan doyði, fór [...] Føroya Bjór í kassum, eins og hann innflutti føroyskar frystimatvørur frá Poul Hansen heilsølu til Føroyahúsið at selja. Restorff stóð eftir Í 2002 skipaði Martin Fjallstein fyri ølsmakking í Føroyhúsinum
- Eg havi fingið 100 kronir at brúka í dag og 100 krónir í morgin, sigur Rósa. - Ja, tí sum mamma segði, um man brúkar alt í dag, so hevur man einki eftir til í morgin, sigur Victoria. [...] 9 ára gomlu Victoria á Lakjuni og Rósa á Lógv úr Klaksvík vóru ein túr fyrr í dag í Silvalandi. - Vit plaga at vera á Summarfestival hvørt ár, sigur Victoria. - Ja, tað er ordiliga stuttligt á Summarfestival [...] runt og royna at hugna okkum sum best, sigur Rósa, sum eftir summarferiuna fer í fjórða flokk. Tær báðar vinkonurnar ganga í sama flokki. Tað er ikki nakar ávísur bólkur, sum tiltalar genturnar nakað heilt
Býráðið í Klaksvík samtykti við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti, at nýggja navnið á hylinum við Tingstøðina og Biskupsstøð skal eita Fagravík. Archibald Black er formaður í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll [...] sum ikki beinleiðis er tengt at nøkrum gomlum staðarnavni. Har vóru trý uppskot til nýggja hilin í Klaksvík, og hesi vóru Fagravík, Lítlavík og Kjalarvík. Les eisini: Vóru ikki heilt samd um navnið Grundgevingin [...] sera tunt grundarlag, og vísir hetta, at gøtunavnanevndin púrasta hevur misskilt verkætlanina, sum er í gongd á staðnum. Hann heitir á Klaksvíkar býrráð um eina endurskoðan av navninum. - Eg vil tí heita
Tað sigur Rúni Højgaard, sum í kvøld skjeyt ikki færri enn fimtan mál fyri H71 í 37-21 sigrinum á Team Klaksvík. - Tað er eitt sindur øðrvísi, tí tú hitar upp í hinari síðuni, men annars er tað akkurát [...] sigur Rúni Højgaard um at spæla á útivølli í egnari høll. Í H71 leguni høvdu teir fyrireika seg væl til dystin, hóast mótstøðan var botnproppurin Team Klaksvík. - Vit hava fyrireika okkum nógv upp á at
fyrsta staklag í næstu viku. Herborg skal ikki færri enn tvær ferðir á pall í dag. - Fyrst sang eg sjálv nú, og síðani skal eg sum kórgenta syngja við skotska bólkinum Preacher seinni í kvøld, sigur Herborg [...] Herborg, ið hevur sungið við Glasgowbólkinum í eitt ár. Herborg lesur tónleikavinnu í Skotlandi, og hevur hon gjørt tað í eitt ár. Herborg hevur eitt ráð til teirra, sum fara á Summarfestival. - Farið og [...] Summarfestivalurin: - Tað var fantastiskt at byrja festivalin, sigur Herborg Hansen úr Klaksvík. - Upprunaliga skuldi eg spæla sum næsti bólkur. Tá eg so var til ljóðroynd fyri løtu síðani, fekk eg boðini
Í gjár kom eldur í eini sethús í Klaksvík og fleiri brandbilar vóru á staðnum í royndini at basa eldinum. Tað var um átta tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk boð um, at eldur var kyknaður í einum sethúsum [...] 00 mundi í gjárkvøldið høvdu myndugleikarnir fingið tamarhald á eldinum. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at tað verður einaferð seinni í dag, at brandteknikarar fara inn í brendu húsini [...] Endamálið er at finna fram til, hví eldurin kyknaði og hvar hann kyknaði. Myndir av húsunum í Geilini í Klaksvík eru at síggja undir hesari greinini. Her ber til at síggja videobrot frá ólukkuni.
fram í Sosialinum, tí hon hevur bíðað í útvið hálvt ár eftir flytigóðsinum úr Danmark. Føroyski flytimaðurin Jaspur Jacobsen hevur ábyrgdina av flytigóðsinum, men hann skyldar leygu fyri goymslur í Danmark [...] konfirmatión, eftir at hava búð í einum kufferti í meira enn fimm mánaðir. Jaspur snýtti eisini meg Men tað eru fleiri enn Arnhild Poulsen, ið eru snýtt av Jaspuri Jacobsen úr Klaksvík. Nú ger Andrea Hansen av [...] øllum at døma er í landinum, sigur Andrea Hansen, sum fegin vil vísa Arnhild Poulsen samkenslu, og sjálv hevði Andrea longi ætlað at gera sum Arnhild gjørdi týsdagin, nevniliga at fara í bløðini, fyri at
um hetta evnið í kvøld, og at ein felags viðmerking úr oynni verður send Strandferðsluni í morgin við tí úrslitinum, sum hesin fundurin kemur fram til. Millum tær størru broytingarnar í nýggju ferðaætlanini [...] Men einki slíkt, sum kann leypa øsing í nakrastaðni, sigur Andras Jensen við Sosialinum. Freistin at koma við viðmerkingum til ferðaætlanina 2005-2006 er úti í dag, og er ein mannagongd hesum viðvíkjandi [...] leiðirnar á landi og sjógvi. Viðmerkingarnar í ár hava ikki verið tær stóru, men kortini hava fólk sett fram viðmerkingar ella eru komin við spurningum um ymiskt í ætlanini. Andras Jensen sigur, at hann veit