- Eitt sindur øðrvísi

Tað sigur Rúni Højgaard, sum í kvøld skjeyt ikki færri enn fimtan mál fyri H71 í 37-21 sigrinum á Team Klaksvík.

 

- Tað er eitt sindur øðrvísi, tí tú hitar upp í hinari síðuni, men annars er tað akkurát tað sama, sigur Rúni Højgaard um at spæla á útivølli í egnari høll.

 

Í H71 leguni høvdu teir fyrireika seg væl til dystin, hóast mótstøðan var botnproppurin Team Klaksvík.

 

- Vit hava fyrireika okkum nógv upp á at verða klárir frá fyrsta bríksl, tí tað hava vit ikki verið teir seinastu nógvu dystirnar, sigur Rúni Højgaard.

 

Hoyr her samrøðu við Rúna Højgaard eftir dystin.