- Eingin áhugi fyri Restorff

- Vit satsa uppá tað, sum kann seljast, og higartil hevur Føroya Bjór verið best umtókta ølið í Føroyahúsinum, meðan vit ikki eru slopnir av við Restorff´s øl, tá høvið hevur verið. Hetta er einfalda orsøkin til, at vit ikki selja Restorff´s øl, sigur leiðarin í Føroyahúsinum, Martin Fjallsbak

Tá Martin Fjallstein tók við leiðarasessinum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, hevði Føroyahúsið leingi keypt Føroya Bjór frá eini kvinnu á Vesterbro, sum innflutti nógv útlendskt øl, m.a. úr Klaksvík. Tá kvinnan doyði, fór Martin sjálvur at innflyta Føroya Bjór í kassum, eins og hann innflutti føroyskar frystimatvørur frá Poul Hansen heilsølu til Føroyahúsið at selja.

Restorff stóð eftir
Í 2002 skipaði Martin Fjallstein fyri ølsmakking í Føroyhúsinum, har bæði Føroya Bjór og Restorff´s Bryggjarí vóru umboðað. Hetta var ein roynd at vita, hvat øl var betri umtókt, og úrslitið var sambært Martin greitt.
- Eftir tiltakið høvdu vit fleiri kassar av bæði Føroya Bjór og Restorff, og tað vísti seg, at vit sluppu ikki av við ølið hjá Restorff. Eingin áhugi varð fyri hesum millum gestirnar. Einfalda orsøkin til, at vit ikki selja Restorff, er sostatt hon, at vøran ikki verður seld, sigur Martin Fjallstein.

Fær ongan vinning
Leiðarin í Føroyahúsinum ásannar, at hann í 2000 byrjaði at umboða Føroya Bjór á ølfestivalum í Danmark, eins og hann byrjaði at selja Føroya Bjór til aðrar keyparar í Danmark. Men hann leggur dent á, at hann ongan vinning fær fyri søluna av Føroya Bjóri.
- Mín uppgáva er at fáa tað fíggjarliga at mala runt í Føroyahúsinum, og tí selji eg ta vøruna, sum kastar mest av sær. Eg fái eina fasta almenna løn sum leiðari, og sølan av Føroya Bjór ávirkar tí ikki meg persónliga, greiðir Martin Fjallstein frá. Hann sigur, at yvirskotið fer til raksturin av húsinum.
Føroyahúsið fær eina játtan á 1,5 milliónir á fíggjarlógini, meðan inntøkan gjøgum sølu av mat- og drykkuvørum, tiltøkum og útleigan av húsinum er á umleið 1,2 milliónir.

Restorff kærir
Eftir at Martin Fjallstein fór at umboða Føroya Bjór á ølfestivali í Danmark í 2000, sendi Restorff´s Bryggjarí eina kæru til mentamálaráðið, men henda kæran er sambært Martini Fjallstein ignorerað. Sjálvur svaraði leiðarin á Føroyahúsinum kæruni við at vísa á, at hann ikki slapp av við ølið hjá Restorff, tá høvið var til hetta. Samstundis metir hann tað ikki vera hansara uppgáva at marknaðarføra øl, sum tykist vera striltið at sleppa av við.
- Nevndin fyri Føroyahúsið veit eisini, at eg eri umboðsmaður hjá Føroya Bjóri á festivalunum, men hetta ávirkar einki, tí eg fái ongan vinning av søluni, sigur Martin. Hann sigur tað vera betri og praktiskari á allan hátt at hava ein leverandør til mat (Poul Hansen) og ein leverandør til øl (Føroya Bjór).
- Eg mælti eftir kæruna Restorff´s Bryggjaríi til at vísa andlit og luttaka á ølfestivalunumí Danmark, sum gevur sera góða reklamu, men higartil hava teir ikki víst hesum áhuga. Tað hevði annars verið ein góður møguleiki hjá teimum at vísa dygdina á teirra øli, sigur Martin Fjallstein, sum skemtandi leggur afturat, at Mungát er ein dygdargóð øl.

Sama støðan á Jacques
Martin Fjallstein sigur, at tað er hansara einfalda uppgávu at fáa økonomiskan umsetning, og hann heldur, at tað má vera ein orsøk til, at vælumtókti náttklubbin millum føroyingar, Jacques, heldur ikki selur Restorff, og at nýggja vertshúsið eftir fyrrverandi Skarv eisini hevur ein einstakan leverandør, nevniliga Føroya Bjór.
- Føroya Bjór er vælumtókt í stórum pørtum av Danmark, og úrslitini á ølfestivalunum hava givið Føroya Bjór gott umdømi. Higartil hevur Føroya Bjór eisini staðið fyri bestu søluni hjá okkum, og tí selja vit teirra øl.
Spurdur, um hann sum almennur leiðari á sjálvsognarstovninum Føroyahúsið hevur givið Restorff ein fair møguleika, er Martin Fjallstein greiður.
- Mín uppgáva er at reka Føroyahúsið á bestan hátt, og mín uppgáva er ikki at marknaðarføra Restorff. Teir mugu sjálvir sannføra keyparar um, at teirra øl selur, sigur Martin Fjallstein at enda.