- Eitt býttisligt og fantasileyst navn

Archibald Black er ikki nøgdur við "Fagravík" sum nýtt navn til nýggja hylin í Klaksvík

Býráðið í Klaksvík samtykti við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti, at nýggja navnið á hylinum við Tingstøðina og Biskupsstøð skal eita Fagravík. 

 

Archibald Black er formaður í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll, og hann skilir ikki, hví áhugafelagið ikki er blivið spurt ella kunnað um nýggja navnið, og honum dámar als ikki heitið, Fagravík.

 

- Tað kann vera, at Fagravík ljóðar hampiligt og “fitt” á føroyskum. Men um tú umsetir hetta til enskt fyri einum ferðafólki, so ljóðar tað býttisligt, fyri ikki at siga fantasileyst, sigur Archibald Black.

 

Gøtunavnanevndin hevði ikki lýst eftir navni til hylin, og hann fílist á, at ov lítið atlit hevur verið tikið til tað søguliga, nú tá alt økið har byggir á søgu.

 

- Hetta nýggja heitið er bygt á eitt sera tunt grundarlag, og vísir hetta, at gøtunavnanevndin púrasta hevur misskilt verkætlanina, sum er í gongd á staðnum.

 

Hann heitir á Klaksvíkar býrráð um eina endurskoðan av navninum.

 

- Eg vil tí heita á Klaksvíkar býrráð um at viðgera málið av nýggjum, so hetta mistak kann rættast, og vit fáa eitt navn við søguligum atliti, sigur Archibald Black.

 

Tá uppskotið varð viðgjørt segði nevndin, at víkin er eitt nýtt stað, ið er skapt av mannahond, og tí loyvdi hon sær sær at skjóta eitt navn upp, sum ikki beinleiðis er tengt at nøkrum gomlum staðarnavni.

 

Har vóru trý uppskot til nýggja hilin í Klaksvík, og hesi vóru Fagravík, Lítlavík og Kjalarvík.

 

Les eisini: Vóru ikki heilt samd um navnið

 

Grundgevingin til nýggja navnið var m.a., at navnið Fagravík sendir eina óbeinleiðis heilsan til háskúlan í Føgrulíð.