Í gjár kom eldur í eini sethús í Klaksvík og fleiri brandbilar vóru á staðnum í royndini at basa eldinum. Tað var um átta tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk boð um, at eldur var kyknaður í einum sethúsum, og boð vórðu send eftir løgregluni, Um 22.00 mundi í gjárkvøldið høvdu myndugleikarnir fingið tamarhald á eldinum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at tað verður einaferð seinni í dag, at brandteknikarar fara inn í brendu húsini at gera kanningararbeiði.
Endamálið er at finna fram til, hví eldurin kyknaði og hvar hann kyknaði. Myndir av húsunum í Geilini í Klaksvík eru at síggja undir hesari greinini.