Summarfestivalurin: - Tað var fantastiskt at byrja festivalin, sigur Herborg Hansen úr Klaksvík.
- Upprunaliga skuldi eg spæla sum næsti bólkur. Tá eg so var til ljóðroynd fyri løtu síðani, fekk eg boðini, at eg skuldi byrja, sigur hon.
At vera fyrst á einum festivali at framføra hevði givið mongum nervar – kanska serliga upp á eitt so stutt skotbráð.
- Eg tók tað nokk so róligt og avslappað. Eg spældi til sama tíðspunkt sum eftir ætlan, so eg føldi onki eyka trýst, sigur Herborg.
- Sum heild var eg væl nøgd við framførsluna. Tað hevði kanska verið betri við bólki, men eg havi ikki havt tíð til at venja við bólki, sigur Herborg, ið gevur út sítt fyrsta staklag í næstu viku.
Herborg skal ikki færri enn tvær ferðir á pall í dag.
- Fyrst sang eg sjálv nú, og síðani skal eg sum kórgenta syngja við skotska bólkinum Preacher seinni í kvøld, sigur Herborg, ið hevur sungið við Glasgowbólkinum í eitt ár. Herborg lesur tónleikavinnu í Skotlandi, og hevur hon gjørt tað í eitt ár.
Herborg hevur eitt ráð til teirra, sum fara á Summarfestival.
- Farið og lurtið eftir Preacher. Teir spæla heilt ótrúliga góðan tónleik, sigur Herborg at enda, áðrenn hon skal gera seg klára at fara á pall á øðrum sinni - hesa ferð tó sum kórgenta.










