Í dag er allahalgannadagur, sum er minningardagur teirra sjólætnu. Hendan dagin brúka vit til at minnast tey, ið eru farin á sjónum, og eigur Merkið í dag at vera á hálvari stong. Løgmaður flutti seinnapartin [...] havið sum okkara granna: - Føroyar liggja mitt í norðuratlantshavi. Av somu orsøk kenna vit ikki nógv til kríggj ella vápnað stríð við onnur fólk ella onnur lond um landamørk. Spurningar um mørk og yvirvaldsrætt [...] fíggindi. Seinni í røðuni fer hann aftur í tíðina og umrøður nakrar hendingar, har føroyingar mistu lívið á sjónum. Umstøðurnar tá samanber hann við umstøðurnar í dag og leggur dent á, at havið enn kann taka
hetta er ein máti at geva fólki innlit í lívið hjá einum LGBT'ara í Føroyum; at síggja, at tað er ikki so fremmant og ókent, sum summi kanska vilja gera tað til, sigur Siri Sørensen. Í uppslagsrøðini nertir [...] viðgera tey evni, ið tey halda vera viðkomandi ella áhugaverd fyri LGBT tilveruna í Føroyum. Um orsøkina til uppsløgini sigur Siri Sørensen, at tað er neyðugt, at føroyskir LGBT'arar hava okkurt at spegla seg [...] framvegis fordómar og misskiljingar í Føroyum, um hvat tað er at vera LGBT'ari. – Hetta kann vera við til at avmystifisera, hvat tað merkir at vera LGBT'ari. Tað tykist sum, at har eru framvegis fordómar um
tilgongd til alt tilfar, eisini um tað snýr seg um humanar og vælgerandi felagsskapir. Og tað vissar tíðindaleiðarin um, at KvF hevur, sjálvt um tað kann tykjast langt millum kritisku spurningarnar til hesar [...] hesar felagsskapir, til dømis til LGBT. - Jú, vit hava eisini havt kritisku brillurnar á nøsini viðvíkjandi LGBT. Tá tey gjørdu eina veljarakanning, sum vísti, at stórur meiriluti er fyri borgarligari vígslu [...] lobbyistar eisini at fáa teirra søk fram í miðlunum, men tað gera í prinsippinum øll, sum venda sær til tíðindadeildina. Í so máta eru tey øll lobbyistar. Tað eru vit tilvitað um, og alt, sum kemur inn á
frítt at velja tað yrki, ið vit hava havt hug til. Eg ivaðist eisini sjálvur. Eg havi eisini tikið HF-prógv og umhugsaði eitt skifti, um eg skuldi fara at læra til grannskoðara. Men eftir lokið HF-prógv var [...] stóran fong. Kendi eitt øgiligt trýst Sjálvur visti lítli Eiler væl, at hann hevði nógv at liva upp til, og tað var ikki frítt, at hann kendi eitt stórt trýst á sær, tá ið Krúnborg loysti frá bryggju við [...] eru kendir skiparar, og at babba er tiltikin fiskiklógv. Av tí sama blíva forvæntningarnir hjá øðrum til mín øgiligir, um man fór at standa sína roynd ella ikki. Av tí sama var eg eitt sindur eyka glaður
- Eg vil ikki vera rík, kend ella vøkur. Tað er í lagi. Eg eri 76, og hetta er mítt lív. Lívið er gott, sum tað er. Tað, sum hevur týdning, er at njóta tann vakra dagin í dag. Soleiðis sigur 76 ára gamla [...] filmsliðið, Green Renaissance, hevur gjørt við hana. Hon kemur við nøkrum vísdómsorðum og tosar um lívið og tey virðir, hon hevur lagt seg eftir. Disa dámar væl at møta nýggjum fólki og bjóðar tí ofta útlendskum [...] sigi eg, at eingin telefon er í kirkjugarðinum, tá mann doyr. Tá eg doyggi, kunnu tey ikki ringja til mín og spyrja um ditt og datt. Tey mugu læra tað nú, sigur Disa í samrøðuni, sum tú kanst síggja niðan
eins og ein uppreisn ella stillisliga at verða borin aftur til lívið. Lívið, ið ikki er ein maskina. Lívið, ið tykist tvørligt og møtimikið til tíðir. - Kvirran er lekidómur - at kunna njóta friðin og sita [...] m. - Fitt av fólki kemur til hesar stillu og øðrvísi gudstænastur. Føstugudstænastan nemur tilveru manna ella umrøður dimmar blettir, ið mynda lívið og tilveruna við sjúku til likams ella sálar, avlamni
journalist. Tað gongur ofta øgiliga skjótt og man skal kunna skriva skjótt fyri at kunna lata inn til tíðina, sigur Beinir. Beinir sigur, at tað hevur verið spennandi at síggja hvussu ein redaktión arbeiðir [...] hann hevur fingið mót uppá at royna meir av lívinum sum tíðindamaður. - Nú veit eg meir um hetta lívið og eg hevði vilja roynt at arbeiða innan øki. Tað var eisini stuttligt at fáa sína fyrstu grein prentaða
hennara leiðsluhátti er tað eftir øllum at døma skeivt av henni at fara út til almenningin við sínari áskoðan, áðrenn tað hevur verið til viðgerðar innanhýsis á stovninum. Og, sum hon sigur, so eru tað bert [...] Jacobsen sjálv, nú hon hevur funnið vegin oman í Miðlahúsið, til prát og kaffi við mjólk útií. - Samfelagið er nógv broytt síðstu árini. Eisini í mun til at fáa kvinnur í leiðandi størv og uppí politikk. Kanska [...] i spurningurin til setanarsamrøður er: Hvørjar eru tínar sterku síður? - Mín styrki liggur á leiðsluøkinum. Eg tori at taka avgerðir og eri ikki bangin fyri konfliktum. Havi ta áskoðan, at ósemjur eru
á odda fyri mótasýningar. Hon er leigað av ymiskum fyrireikarum uttanlands til at gera hár til mótasýningar, og hon var við til at skapa tann hármótan, sum altjóða merkið Balmain kunngjørdi seinasta heyst [...] og tað ikki er uttan orsøk, at Royal Hárfríðkan fyri nøkrum árum síðani skifti navn til Royal Intercoiffure. Orsøkin til fína, útlendska heitið er, at Mariann í 2013 gjørdist limur í eksklusiva bólkinum [...] arbeiða, og at sleppa at skapa hármóta. Og við hesum limaskapinum fekk eg tað netverkið, sum skuldi til, sigur Mariann. Men tað var ikki bara bara, tí í felagsskapinum vóru fleiri, sum Mariann sá sum fyrimyndir
opin til 16. apríl. Handilin er opin millum kl. 10 og 17:30, og leygardag millum kl. 10 og 14. Fleiri uppgávur til Dugna IRF og Dugni hava nú víðkað samstarvið. Higartil hevur Dugni fingið lutir til endurnýtslu [...] øðrum til verkstaðið. Henda skuldi tømast sum skjótast, so lastbilurin slapp avstað aftur. Sámal Johan var annars júst komin so gott í gongd við arbeiðið sítt í morgun. Tveir stólar trongdu til onkra minni [...] kallast, í tí dagliga virkseminum, sum hoyrir slíkum endurnýtsluhandli til. - Nú kom jú hasin konteynarin í morgun. So eg hjálpti til við at tøma hann, men tók eisini fleiri myndir, greiðir hann frá. Sámal