- Miðlahúsið, hvar liggur tað?

Eins ókend í miðlaheiminum, eins lítið kennir komandi kringvarpsstjórin eftir øllum at døma hendan heimin, sum hon frá 1. apríl skal starvast í.

– Mín greiða styrki er á leiðsluøkinum, har eg meti meg hava nógv at geva, sigur Annika Mittún Jacobsen við Sosialin

Samlaði føroyski miðlaheimurin varð fullkomiliga tikin av bóli um middagsleitið í gjár, tá tíðindakvinnan Óluvá Zachariassen í Kringvarpinum kunngjørdi, at stýrið fyri stovnin hevði gjørt av at seta Anniku Mittún Jacobsen í starv sum nýggjur stjóri í Kringvarpi Føroya.

Í opna landslagnum her á redaktiónini gingu nakrir ping-pong-minuttir .. familju av Selatrað og Fuglafirði.. búði á Oyrasundi.. menningarleiðari hjá Eik.. maðurin er finni.. eigur tvey børn..okey, javel, aha.. og so ein rúgva av gitingum um, hví stýrið munda hava valt júst hana at standa á odda fyri einum av troyttastu almennu stovnunum í landinum.

Tí, eins ókend hon er í miðlaheiminum, eins lítið kennir hon eftir øllum at døma eisini til hendan heimin, sum hon frá 1. apríl kemur at starvast í. Hetta avdúkaði hon longu í fyrstu telefonsamrøðuni við undirritaðu, eina lítla løtu eftir at tíðindini bórust.

- Miðlahúsið – hvar er tað? Er tað harúti við Müllers Pakkhús?

- Nei, yvirav Hvonn!


Nýtt og øðrvísi

Gitingarnar hava annars verið nógvar. Og blaðmaðurin á Portalinum hevði longu skrivað væl niðurfyri um sjálvsagdar kandidatar: "Tað verður ein av tungu dreingjunum í føroyskum vinnulívið, sum fer at stjórna kringvarpinum komandi fimm árini". Og so ein tóm linja til navnið á Andrassi Róin, Reidar Nónfjall, Niels Juel Arge ella onkran annan av fáu monnunum í vælkendu stjóra-rotatiónspressuni her á landi.

Men hetta er kanska júst tankin aftanfyri at velja eina ókenda og, á pappírinum, væl skikkaða kvinnu, fram um 15 aðrar, helst eisini væl skikkaðar, umsøkjarar.

Tað heldur í øllum førum Annika Mittún Jacobsen sjálv, nú hon hevur funnið vegin oman í Miðlahúsið, til prát og kaffi við mjólk útií.

- Samfelagið er nógv broytt síðstu árini. Eisini í mun til at fáa kvinnur í leiðandi størv og uppí politikk. Kanska ynskir stýrið á hendan hátt at vísa, at tað vil royna nakað heilt nýtt og øðrvísi, sigur Annika Mittún Jacobsen, tá hon verður spurd, hví hon heldur, at stýrið valdi júst hana.


Opinleiki og tolsemi

Nýggi stjórin, sum er útbúgvin cand.merc.dat, (búskapur, leiðsla og KT), heldur hina fremstu uppgávuna hjá einum nationalum kringvarpi verða tann áskoðanarmyndandi – at varpa ljós á mál og mentan, og eisini at fjálga um nýhugsan og tolsemi.

- Kringvarpið skal endurspegla tað, sum rørir seg í samfelagnum. Vit vilja gjarna samanbera okkum við Skandinavisku londini, og eg ivist ikki í, at vit í nógvum førum kunnu vera frammanfyri tey. Men tað krevur, at vit gera okkum greitt, at í einum so lítlum samfelagi sum okkara, er neyðugt at gáa serliga um opinleika og tolsemi, sigur Annika Mittún Jacobsen.


Modernað leiðsla

Spurd, hví hon valdi at søkja stjórastarvið í Kringvarpinum, sigur hon seg altíð hava hildið miðlaheimin vera spennandi. Samstundis viðgongur hon, at hon hevur millum lítið og onki innlit í arbeiðið á einum miðli ella á journalistikki sum so.

- Men spyr meg um eitt ár, so skal eg svara tær uppá tann partin eisini, sigur hon, og vísir á, at fremsti førleiki hennara avgjørt er á leiðsluøkinum, har hon hevur nógv at koma við. Í tí sambandi nevnir hon modernaða leiðslu – ella ein coachandi leiðsluhátt, har fremsta uppgávan er at fáa fólk at trívast, og at fáa tað besta fram í fólki, við støði í førleikum teirra.

- Eg skal ikki læsa meg inni á einari skrivstovu og sita har og ráða. Harafturímóti er tað mín uppgávu at seta røttu fólkini saman, at sparra og koma við afturmeldingum. Og at skapa grundarlag fyri einum kjaki um visjónir fyri stovnin í samstarvi við starvsfólkini, sigur Annika Mittún Jacobsen.


Avdúkar lítið

Og hetta við "í samstarvi við starvsfólkini", er eisini niðurlagið í meginpartinum av samrøðuni við nýggja kringvarpsstjóran. Tí, við hennara leiðsluhátti er tað eftir øllum at døma skeivt av henni at fara út til almenningin við sínari áskoðan, áðrenn tað hevur verið til viðgerðar innanhýsis á stovninum. Og, sum hon sigur, so eru tað bert 24 tímar síðani hon fekk boðini um starvið.

Sostatt er nærum ógjørligt at fáa hana at avdúka hvørjar ítøkiligar visjónir hon hevur um kringvarpið: framtíðina, fígging, public-service sum heild, public-service sáttmálar við myndugleikarnar, sendiflaturnar, málrøkt, deyvatulking, jólakalendarar, sendinetið, hølini ella raðfesting av tilfarið og tilfeingi.


KT og borandi

Kortini er okkurt, sum hon hevur eina greiða meining um. Til dømis innan KT.

- Sjálv brúki eg miðlarnar soleiðis, at eg fari út á internetið og taki niður tað, sum eg vil brúka. Og hetta er heilt vist eisini tann vegin tað gongur: at fólk sjálvi vilja gera av, nær og hvat tey ynskja at vera brúkarar av miðlaframleiðslum.

Eitt annað, sum hon heldur hevur stóran týdning fellur helst í góða jørð á tíðindadeildunum: tann borandi journalistikkurin, har farið verður í dýpdina.

- Hetta er sjálvandi eitt øki, sum krevur bæði tíð og pengar. Men tað er samstundis eitt øki, sum eg vil raðfesta høgt, sigur hon.

Annika Mittún Jacobsen hevur eina fortíð í banka- tryggingar og KT-heiminum. Starvsøki, har mentan og kreativitetur oftast eru avmarkað til marknaðardeildirnar.

- Tá eg síggi kreativ fólk arbeiða, síggi eg væl, at eg eri ikki serliga kreativ. Men eg haldi tað vera spennandi at arbeiða saman við kreativum fólki, sum hava nógv hugskot. Og eg rokni við, at starvsfólkini í kringvarpinum eru sera kreativ. Har verður mín stóra avbjóðing: at seta kreativu kreftirnar saman, so tey kunnu skapa nakað saman, sigur hon.


Styrkir og veikleikar

Obligatoriski spurningurin til setanarsamrøður er: Hvørjar eru tínar sterku síður?

- Mín styrki liggur á leiðsluøkinum. Eg tori at taka avgerðir og eri ikki bangin fyri konfliktum. Havi ta áskoðan, at ósemjur eru ikki tað sama sum at vera óklár. Vit mugu tora at vera ósamd. Og so eri eg sera opin og sosial, sigur hon. Og trívur sjálv í næsta sjálvsagda spurningin: Hvørjir eru tínir veikleikar?

- Í mun til hetta starvið er tað ein veikleiki, at eg havi lítið innlit í miðlaheimin, sigur hon. Men hetta vendir hon samstundis til nakað positivt, tí tað nýggja her tað eisini spennandi.

- Tað hevði ikki verið serliga stuttligt at farið í eitt nýtt starv, har onki nýtt var at læra.

Samrøðan við Annika Mittún Jacobsen er at enda komin. Við at fara í ein stóran boga uttanum "pinnamatabrigaduna" í Miðlahúsinum (sitat: Henrik Old) hevur stýrið avgjørt valt nýtt og øðrvísi við 42 ára gomlu Anniku Mittún Jacobsen úr Havn.

Kanska slett ikki so býtt!



--



Navn

Annika Mittún Jacobsen


Aldur

42 ár


Útbúgving

cand.merc.dat. í 1994


Starvsroyndir

Tvey ár hjá FDB-data í Keypmannahavn

Tvey ár hjá WM-data í Keypmannahavn

Seks ár hjá Pohjolan Systeemipalvelu, ið er størsta tryggingarfelagið í Finlandi

2004 leiðari av menningardeildini í Eik Banka


Privat

Gift og eigur tvey børn 6 og 8 ár