- Lívið er ikki ein maskina

- At renna undan kvirruni er í longdini heilsuskaðiligt. Kvirran kann vera lekidómur, siga tey í Fólkakirkjuni.

- Føstan sendir eitt brá av álvarsemi út í rúmið og inn í tíðina. Tað er stilt, og serliga stilt er í vikuni undan páskum - dymbildagavikuni. Søgan um Jesus er jú álvarsom, og deyðin er einki at misunna manni.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni í dag.

- Oftast eru vit upptikin av tí, ið ljóðar og hoyrist. Rørslan ger tað spennandi, og tað skal helst henda eitthvørt, um vit veruliga skulu gerast hugtikin og nøgd. Tað hendir ikki nóg mikið, hava vit lyndi at siga. Tað er so køvandi stilt og minni áhugavert.

Lagt verður aftrat, at í føstuni eru vit still í kirkjuni mikukvøld ella hóskvøld. Nakrar kirkjusóknir velja sunnukvøld. Tíbetur hava vit upplivað eina uppgongd við atliti at føstugudstænastunum.

 

- Fitt av fólki kemur til hesar stillu og øðrvísi gudstænastur. Føstugudstænastan nemur tilveru manna ella umrøður dimmar blettir, ið mynda lívið og tilveruna við sjúku til likams ella sálar, avlamni ella deyða.

Á heimasíðuni verður sagt, at í friði og náðum verður hugurin kveiktur. Tað er eins og ein uppreisn ella stillisliga at verða borin aftur til lívið. Lívið, ið ikki er ein maskina. Lívið, ið tykist tvørligt og møtimikið til tíðir.

 

- Kvirran er lekidómur - at kunna njóta friðin og sita stillur. At renna undan kvirruni er í longdini heilsuskaðiligt! Kvirran kann vera lekidómur, siga tey í Fólkakirkjuni.