- Nú Keypmannahavn, seinni París

- Eg havi altíð vitað, at hárfríðkanarmóti skuldi verða mín lívsleið. At skapa er mín dreymur, sigur 32 ára gamla Mariann Klein Ivansdóttir, sum nú fer at opna sína næstu hárfríðkanarstovu - hesaferð í Keypmannahavn.

Inni í vøkru hárfríðkanastovuni á Landavegnum í Havn eru Mariann Klein Ivansdóttir og hennara starvsfólk at finna hvønn dag, nærum alt árið runt. Í Royal Intercoiffure er nógv at gera - eingin ivi um tað. Men tað er heldur ikki uttan orsøk, eins og tað ikki er uttan orsøk, at Royal Hárfríðkan fyri nøkrum árum síðani skifti navn til Royal Intercoiffure. Orsøkin til fína, útlendska heitið er, at Mariann í 2013 gjørdist limur í eksklusiva bólkinum av hárfríðkarum - Intercoiffure - sum verður mett at vera ein felagsskapur fyri heimsins bestu hárfríðkanir.

 

- Tað var ein dreymur, sum gekk út. Eg havi altíð ynskt mær at sleppa út um landoddarnar at arbeiða, og at sleppa at skapa hármóta. Og við hesum limaskapinum fekk eg tað netverkið, sum skuldi til, sigur Mariann.

 

Men tað var ikki bara bara, tí í felagsskapinum vóru fleiri, sum Mariann sá sum fyrimyndir. Og tá tú skalt góðkennast sum Intercoiffure limur, ja so skalt tú lúka ymiskar treytir og sína fram tíni kynstur.

 

Mariann hevur síðani í fleiri umførum vitja á ráðstevnu í París, har hon sjálv hevur staðið á odda fyri mótasýningar. Hon er leigað av ymiskum fyrireikarum uttanlands til at gera hár til mótasýningar, og hon var við til at skapa tann hármótan, sum altjóða merkið Balmain kunngjørdi seinasta heyst.

 

- Í dag kann eg bara endurtaka tað, sum eg altíð havi sagt. Tað ber væl til at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands eisini, sigur Mariann.

 

Fyri hana hava Føroyar stóran týdning, hóast mong hava hildið tað vera ómøguligt at liva og virka á altjóða støðið her í Føroyum.

 

- Eg havi so mangan hoyrt, at eg ikki hoyri heima í Føroyum. At eg ikki kann fylgja mínum dreymum so leingi eg búgvi her. Men eg veit, at tað passar ikki, sigur Mariann.

 

 

Leyp útí tað

"Eg vil hava mína egnu salong", segði unga kvinnan, og so bleiv í 2005, tá ið Royal Hárfríðkan lat upp á Landavegnum í Havn. At byrja sína egnu fyritøku er ikki altíð eins lætt. Tað vita tey, sum hava roynt tað. Men hevur tú ikki roynt tað fyrr, ja so er vónleyst at ímynda sær, hvussu tað er.

 

- Eg minnist enn hvussu skelkað eg varð um alt pappírsarbeiðið, sum skuldi gerast. Tað var nógv meira enn eg væntaði, sigur Mariann.

 

Men fyrsta tíðin stendur tó bjørt í minninum, tí Mariann slapp sjálv at avgera hvussu dagurin skuldi vera, hvussu arbeiðsumstøðurnar skuldi vera og so framvegis.

 

- Eg havi onkuntíð hugsað um, hvussu løgið tað er, at eg ikki var meira bangin fyri at lata upp. Eg helt ikki tað var nakar kjansur fyri, at tað kundi ganga galið, sigur Mariann og leitar fram minnini um gamlar dagar.

 

- Tað var sera skjótt, at dagarnir bara ikki strektu til. Eg arbeiddi so at siga alt samdøgrið. Tá eg ikki arbeiddi í salongini, so gjørdi eg pappírsarbeiðið og so framvegis. Men eg vildi tað so nógv, at eg hevði einki ímóti at arbeiða altíð, sigur Mariann.

 

At arbeiða nógv verður helst eisini partur av framtíðini hjá Mariann, tí í næstum letur hon upp sína nýggju deild í Keypmannahavn.

 

- Heimurin stendur opin. Næstu ferð verður tað vónandi París, sigur Mariann um framtíðina, sum ivaleyst er bjørt.

 

- At ongantíð kenna seg trýsta ella bangna merkir, at tú stagnerar sum persónur. Eg elski at kenna trýst og merkja, at eg flyti meg á nýggjum flatum. Tað er tað, sum lívið snýr seg um, sigur Mariann, áðrenn hon vendur nøsini aftur ímóti kundunum, sum skulu hampa seg áðrenn jólini koma.