- Kærleikin til tey deyðu endar ikki við gravarbakkan

Løgmaður flutti seinnapartin í dag fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólatnu

Í dag er allahalgannadagur, sum er minningardagur teirra sjólætnu. Hendan dagin brúka vit til at minnast tey, ið eru farin á sjónum, og eigur Merkið í dag at vera á hálvari stong.

 

Løgmaður flutti seinnapartin í dag fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólatnu á Vinnuháskúlanum í Havn. Røðuna kallar hann "Stóra havið er okkum bæði frændi og fíggindi".

 

Aksel V. Johannesen byrjaði røðuna við einum metafori um havið sum okkara granna:

 

- Føroyar liggja mitt í norðuratlantshavi. Av somu orsøk kenna vit ikki nógv til kríggj ella vápnað stríð við onnur fólk ella onnur lond um landamørk. Spurningar um mørk og yvirvaldsrætt loysa vit við samrøðum og samráðingum.

 

- Men Føroyar eiga tó ein annan granna, sum umgirðir allar oyggjar okkara. Talan er sjálvandi um havið, sum sanniliga er okkum ein góður tænari, men sum ikki altíð er ein tespiligur harri.

 

- Havið gevur, og havið tekur. Stødd mitt í norðuratlantshavi vita vit, at hetta stóra havið viðhvørt er okkum bæði frændi og fíggindi.

 

Seinni í røðuni fer hann aftur í tíðina og umrøður nakrar hendingar, har føroyingar mistu lívið á sjónum. Umstøðurnar tá samanber hann við umstøðurnar í dag og leggur dent á, at havið enn kann taka í dag eins og fyrr. 

 

At enda lýsti løgmaður vegna Føroya landsstýrið og føroysku tjóðina samkenslu fyri øllum, ið hava mist.

 

- Vit koma saman í dag fyri at stuðla, fyri at minnast, og fyri at vísa samanhald. Kærleikin til tey deyðu endar ikki við gravarbakkan. Heldur ikki, tá talan er um tey, sum fingu eina váta grøv. Vit syrgja, tí vit hava elskað. Vit lýsa tí okkara samkenslu við tykkum, sum hava mist og lýsa Guðs frið yvir minni um tey, sum sjólátin eru.

 

Les alla røðuna hjá løgmanni her.