Beinir Troest Rasmussen er í løtuni í starvsvenjing í Miðlahúsinum. Hann gongur í 10. flokki í Runavíkar skúla.
Hesa vikuna hevur hann verið Vágsbotni, har hann hevur skrivað fyri In.fo og Sosialin. Næstu viku skal hann verða á Rás2, har hann skal fáa eina kenslu av, hvussu tað gongur fyri seg at framleiða útvarp.
- Mær hevur dámt øgiliga væl at verða her. Nú veit eg meir um hvussu tað er at arbeiða sum journalist. Tað gongur ofta øgiliga skjótt og man skal kunna skriva skjótt fyri at kunna lata inn til tíðina, sigur Beinir.
Beinir sigur, at tað hevur verið spennandi at síggja hvussu ein redaktión arbeiðir og hann hevur fingið mót uppá at royna meir av lívinum sum tíðindamaður.
- Nú veit eg meir um hetta lívið og eg hevði vilja roynt at arbeiða innan øki. Tað var eisini stuttligt at fáa sína fyrstu grein prentaða í Sosialinum, sigur Beinir Troest Rasmussen.