úrslitið vera gott, so skal innsatsurin verða optimalur hvørja tí einastu ferð. Skal innsatsurin verða tann optimali, so er eisini neyðugt, at spælararnir eru væl fyri kropsliga. Við teirri sannroynd, at Fróði [...] hjá okkum um, hvussu menn eru fyri. Spælararnir sjálvir søgdu eisini leygarkvøldið, at teir ongan tíð í lívinum høvdu verið so troyttir, og nú vit skriva mánadag, eru framvegis tríggir spælarar, sum ikki [...] betri í dag, enn hann hevur verið. Vit hava verið óvanliga hart plágaðir av skaðum, men vónandi er tann tíðin nú farin. - Men fyrst og fremst ræður um hjá okkum at spæla eins væl, sum vit gjørdu leygardagin
hevur verið nógv tosað um Dixie Hummingbirds. Ikki hava teir verið serliga kendir í Føroyum í nýggjari tíð, og so koma teir hendan veg, og fólk skulu bara trúgva boðskapinum um, at hetta er eitt stórt navn [...] verið hansara arbeiði og inntøka øll árini. Leikluturin hjá honum – Ira Tucker – hevur ikki verið tann sami alla tíðina, men tað var tíðliga, at hansara leiklutur gjørdist stórur. Stórt og størst og gott [...] vera her,” segði hann. “I’m glad to be anywhere,” legði hann afturat og fekk okkum at flenna. Men tann álvarin lá aftanfyri, at hann hevur neyvan nógv ár eftir. Hann menti ein týðandi part av gospelsangi
men ein dystur, har føroyska spælið púrasta fall frá hvørjum øðrum. Fokus stóð rætt Kanska lúrdi tann vandin, men hann var skjótt manaður í jørðina. Og ilskaðust fólk inn á Jón, so var tað honum skjótt [...] r hjá Rhodos í botn, og áðrenn nakar vardi, vóru Føroyar á odda 19-17. Og tað megnaðu hinir ongan tíð at taka aftur. Vunna settið gjørdi, at tað var eingin vanlukka, at Rhodos tók triðja settið. Aftur [...] hana á vøllinum. Úrslitið av øllum hesum varð, at føroyingar brádliga høvdu tveir dystarbóltar, og tann seinna av hesum nýttu teir so eisini til fulnar, tá Rúni smashaði sigurin heim. Og so gekk heilt galið
sínum, og við ávíkavist renning og ráari kropsstyrki syrgdu Malena og Halltóra fyri, at friður ongan tíð var hjá mótstøðuverjuni. Føroysku kvinnurnar mundu við góðari grund kenna seg snýttar fyri brotsspark [...] vakrasta álopið í dystinum, men hon varð akkurát ov stutt til skrúvandi innleggið frá Sólvá, og so streyk tann bólturin framvið. Men gjøgnumspældu álopini frá føroyskari síðu vóru meira enn nakað annað tað, sum [...] tóku sær meira av løttum. Undir øllum umstøðum, so var sigurin heima. Next stop er Bermuda, og um tann dysturin verður vunnin, er einki at ivast í, at føroysku fótbóltskvinnurnar hava skorað reint hat-trick
eftir reyða kortið, sum venjarin fekk í grannauppgerðini móti B36, og sum helst kostaði tvey stig tann dagin. Men eisini um taktisku dispositiónirnar hjá venjaranum til dystirnar móti ávíkavist NSÍ og [...] Og tað í sjálvum sær ber helst eisini boð um, at broytingar eru ávegis. Her hevur felagið í eina tíð arbeitt við nøkrum bygnaðarbroytingum, har verandi hjálparvenjarin, Albert Ellefsen, skal fáa ein størri [...] sum HB hevur vunnið á rað. Og skal tosast um timing, so er lítið at ivast í, at løtan til hetta er tann rætta júst nú. Enn eru seks dystir eftir at spæla í árinum, so heilt burtur er FM-møguleikin á ongan
fyri at endurvinna føroyameistaraheitið, men sjálvt tann mest optimistiski fjepparin hjá teimum grønu man hava avskrivað meistaraheitið fyri langari tíð síðani. Ístaðin snýr tað seg nú um hjá teimum at verja [...] leygardagin tapt fimm teir seinastu dystirnar. Hildu høvdið kalt Tað er ikki nakað dulsmál, at ein tann størsti styrkurin hjá kollfirðingum er teirra ágrýtna verjuspæl, sum oftani fær mótstøðuliðið til
fyri og legði seg tíðliga á odda 9-6. Spakuliga byrjaði ÍF tó at finna rútmuna, og ikki gekk long tíð, so var ÍF oman á í dystinum ímóti Fram. Frá støðuni 14-14 vann ÍF fimm bóltar á rað, og so vóru f [...] og úrslitið av fyrsta setti gjørdist 19-25 til ÍF. Júst sama gongd Gongdin í øðrum setti var júst tann sama, sum í tí fyrsta. Enn einaferð legði Fram betri fyri. Hesa løtuna leiktu Fram-leikararnir væl [...] m, meðan ÍF manglar ein dyst, sum verður á skránni hósdagin, tá teir møta Fleyr í Havn. Vinnur ÍF tann dystin, so kunnu teir leggja seg einsamallar á odda í bestu mansdeildini.
føroysku hjálparloysingini hjá teimum óstortsligu tjóðveldisfantastunum. Har vendist illa aftur, tí tann processin er ikki reversibul! Higartil er mær vitandi bara eitt land, sum hevur loyst og er komið [...] Canossagongd til Canada! Men nú vil onkur vera við, at Cook-oyggjarnar, sum loystu frá New Zealandi í síni tíð, eisini hava verið og biðið miriliga um nýtt band, tí tað gongst ikki so væl hjá Cook-monnum, síðani [...] teir bæði verða hýstir, gøddir og klæddir av blíðum dønum! Hetta er púra risikofrítt, ikki minst fyri tann norðuratlantiska biddaraposan! Skuldi nakar enn ikki vitað tað, so hava hesar tríggjar fíggjarhetjurnar
aðra støðu. STATOIL LIGGUR FRAMVIÐ Statoil ætlar sær at sleppa upp í part, tá russar um ikki so langa tíð fara at vinna gass úr teimum risastóru keldunum í Barentshavinum. Russar umhugsa at byggja eina fr [...] væntar Statoil at fáa nakað burtur úr tí ætlaða samstarvinum við russar. HITIN HÓTTIR SKÍÐVINNUNA Tann veksandi hitin á Jørðini er vorðin ein hóttan fyri tær skotsku fyritøkurnar, sum um veturin plaga [...] tað hevði gjørt av at gevast við sínum virksemi. Ein talsmaður hjá felagnum sigur við Reuters, at tann altsamt veksandi hitin er vorðin ein sonn hóttan ímóti allari skotsku skíðvinnuni. Men tað eru ikki
endaligu ábyrgdina av, at dómarapørini fáa boð um, hvørjar dystir tey skulu døma. Vanliga mannagongdin er tann, at Hondbóltssambandið sendir eitt teldubræv til bæði feløg og dómarar við upplýsingum um, hvørjir [...] enn so, at feløgini eisini skulu geva dómarunum endalig boð um ásetingarnar. Hesa ferð var støðan tó tann, at teldubrævið einans varð sent dómarunum, og tí hevði StÍF ikki fingið nakað bræv, har tey kundu [...] dómarunum endalig boð um dystarásetingarnar, so er tað at kalla meira enn vanligt, at hesi boðini ongan tíð verða givin. Roknað verður fyri víst, at dómararnir munnu fara at koma til dystin kortini. Teir báðir