Fótbóltur
Eftir venjingina mánadagin seinnapart skuldi landsliðsvenjarin fyrst spæla “golfdyst” móti hjálparvenjara sínum. Og eftir at hesin var avgreiddur við 10-6 sigri til landsliðsvenjaran, var Jógvan Martin Olsen til reiðar at taka eitt prát um uppgávuna, sum nú stendur fyri framman.
Og tað verður lagdur stórur dentur á, at talan nú er um ein heilt nýggjan dyst. At fáa spælararnar at gloyma, at teir mundu skapt sensatiónina móti heimsmeistarunum.
- Tað týdningarmesta hjá okkum er, at vit fáa armarnar niður. Spælararnir skulu sjálvandi hava rós fyri avrikið leygardagin. Men vit mugu onkursvegna nullstillað okkum sjálvar fyri síðani at taka útgangsstøði har, sum vit veruliga eru.
Nærum eins sterkir
Og tað er ikki bara uttan orsøk, at landsliðsvenjarin vil hava spælararnar at gloyma Italia. Skotar eru bert eitt stig aftan fyri Italia á stigatalvuni í okkara undankappingarbólki, og á FIFA-styrkislistanum eru teir seinasta árið klintraðir heilt nær teimum tíggju ovastu liðunum.
- Og tú skalt eisini minnast til, at skotar kanska í enn størri mun eru til reiðar at ofra ein innsats móti føroyingum.
- Og hóast tað hevur riggað væl nú, so haldi eg framvegis, at vit skulu halda lágan profil. Vit skulu bara spola tíðina heilt stutt aftur fyri at minnast á minni góð úrslit. Og tí vita vit, at skal úrslitið vera gott, so skal innsatsurin verða optimalur hvørja tí einastu ferð.
Skal innsatsurin verða tann optimali, so er eisini neyðugt, at spælararnir eru væl fyri kropsliga. Við teirri sannroynd, at Fróði Benjaminsen aftur er tøkur. Er so hugsandi, at arbeiðsavrikið móti Italia merkir, at onkur spælari verður spardur mikudagin.
- Tað er sjálvandi nakað, sum vit eisini mugu hava í huga. Tit vita líka so væl sum eg, at eftir dystin móti Italia kann eg ikki siga við Súna ella Mikkjal, at teir skulu út á beinkin. Men sjálvandi havi eg nakrar møguleikar at velja ímillum, og teir eru so enn fleiri, nú Fróði er tøkur, so hetta er væl ein positivur trupulleiki.
- Men sjálvandi havi eg tætt samband við heilsustabin hjá okkum um, hvussu menn eru fyri. Spælararnir sjálvir søgdu eisini leygarkvøldið, at teir ongan tíð í lívinum høvdu verið so troyttir, og nú vit skriva mánadag, eru framvegis tríggir spælarar, sum ikki venja við fullari ferð. So møðin er avgjørt ein faktorur, sum vit hava í huga, tá liðið skal setast.
Skulu vaska sær
Móti skotum hava Føroyar ofta staðið seg væl á heimavølli. Millum annað hava vit tvær ferðir spælt javnt á Svangaskarði. Við avrikunu móti Georgia og Italia í huga ber illa til at ímynda sær annað, enn at lagið og sjálvsálitið í hópinum er framúr.
- Eg vil siga tað so, at lagið alla tíðina hevur verið gott í hópinum. Eisini tá tað hevur gingið minni væl. Men samstundis er eingin ivi um, at vit fegnir vilja vaska stórtapið í Glasgow av okkum.
- Og so er eingin loyna, at kvaliteturin í hópinum er betri í dag, enn hann hevur verið. Vit hava verið óvanliga hart plágaðir av skaðum, men vónandi er tann tíðin nú farin.
- Men fyrst og fremst ræður um hjá okkum at spæla eins væl, sum vit gjørdu leygardagin. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so var hugburðurin framúr leygardagin. Bæði í fyrireikingunum og til dystin. Spælararnir vóru kyniskir og róligir, og tað sigur væl eisini nakað, at vit levera eitt risa arbeiðsavrik móti heimsmeistarunum, uttan at spælararnir fáa eitt einasta gult kort, sigur altso Jógvan Martin Olsen.










