So vann Kyndil

Leygardagin bragdaði aftur hjá monnunum hjá Kyndli, tá ið teir vóru í Hoyvík og spældu móti silvurkandidatunum úr KÍF.

Tað var ein uppgerð um silvurkrúnurnar, tá ið KÍF og Kyndil hittust í Hoyvík leygardagin. Tað hevur ligið væl fyri hjá kollfirðingum í seinastuni, meðan avrikini hjá Kyndli hava verið alt annað enn sannførandi, og skjótt fyrrverandi føroyameistararnir høvdu undan dystinum leygardagin tapt fimm teir seinastu dystirnar.

Hildu høvdið kalt
Tað er ikki nakað dulsmál, at ein tann størsti styrkurin hjá kollfirðingum er teirra ágrýtna verjuspæl, sum oftani fær mótstøðuliðið til at missa høvdið og fullkomiliga oyðileggur rútmuna í álopsspælinum hjá mótstøðumonnunum.
Kyndil hevur havt lætt við at missa høvdið, men leygardagin megnaðu teir at halda høvdið kalt, og tað gav eisini úrslit.
Kyndil legði seg á odda tíðliga í dystinum, men KÍF svaraði aftur og kom upp á javnt aftur, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Men so tók Kyndil leiðsluna aftur í dystinum, og KÍF megnaði ikki at koma upp á javnt aftur, so teir mongu vestmenningarnir, ið høvdu leitað sær niðan í teirri vón, at kollfirðingar fóru at veita VÍF eina hjálpandi hond í gullstríðnum, fóru vónbrotnir til húsa aftur.
Eftir at munurin einans var tað eina málið, tá ið tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, tók havnarliðið og gjørdi ein vørr, soleiðis at teir, tá ið farið var til hálvleiks, vóru teir omaná við fýra málum, 15-11, og kollfirðingar tóktust als ikki trúgva upp á, at tað fór at bera til hjá teimum at vinna silvurplássið frá Kyndil.

Havnarliðið neyvari
Í seinna hálvleiki helt KÍF tørn eina løtu, men tá ið hálvleikurin fór at líða, fór gassið av ballónini hjá KÍF, og so øktu havnarmenninir aftur um leiðsluna.
Ein avgerðandi munur á liðunum báðum í dystinum, var, at kyndilsmenninir vóru nógv neyvari í sínum royndum, enn hvat vertirnir úr Kollafirði vóru. Eitt nú misnýttu kollfirðingar fýra av sjey brotskøstum, meðan Høgni Klein og Kyndil einans misnýttu eitt av átta brotskøstum. Slíkt hevur nógv at siga, og tað sæst eisini aftur á úrslitinum, tá ið alt kemur til alt.
Gamli KÍF-málverjin Zeljko Hornjak stendur nú millum stengurnar hjá Kyndli, og hann var ikki blíður við sínar gomlu liðfelagar. Hann tók fleiri brotskøst, og harumframt tók hann royndir hjá púra leysum kollfirðingum, og hann átti sín stóra part av æruni fyri, at KÍF tóktist missa trúnna upp á ein møguligan sigur.
Við sigrinum heldur Kyndil fast í teoritiska møguleikanum fyri at endurvinna føroyameistaraheitið, men sjálvt tann mest optimistiski fjepparin hjá teimum grønu man hava avskrivað meistaraheitið fyri langari tíð síðani. Ístaðin snýr tað seg nú um hjá teimum at verja silvurheiðursmerkini. Undan dystunum um vikuskifti vóru kollfirðingar harðastu avbjóðararnir til silvurið, men tað syrgdu kyndilsmenn sjálvir fyri, at teir ikki eru longur.
Lítið man verða at ivast í, at í havnarfelagnum eru tey longu farin at hugsa um fyrireikingarnar til komandi ár, og hvat skal til, um Kyndil av álvara skal hótta vestmenningar aftur.

KÍF-Kyndil 22-28 (11-15)
KÍF: Rógvi Weihe 5, Petur Martin Poulsen 4, Gert Hansen 3, Regin Petersen 3(1), Eddie H. Joensen 2, Arnbjørn Hansen 2(1), Jóan Pauli Olsen 1(1), Mirko Milinkovic 1, Kristjan Madsen 1
Kyndil: Høgni Klein 10(7), Rókur Akralíð 5, Josef Abrahamsen 4, Janus Einar Sørensen 4, Finnur Hansson 3, Jakob Jónsson 2
Brotskøst: KÍF 7(3), 8(7)
Útvísingar: KÍF 6, Kyndil 5
Dómarar: Poli Hansen og Hartvig Joensen