Gullið liggur til høgra beinið

3-1 sigurin á Álandi tóktist í seinna hálvleiki tryggari, enn roknað varð við. Og nú liggur gullið beint til høgrabeinið hjá kvinnulandsliðnum

Boddam: Tvey gullmerki á rað hava sjávlandi gjørt føroysku fótboltskvinnurnar til favorittar á oyggjaleikunum. Sjálvar hava kvinnurnar tó ikki verið heilt so vísar í hesum. Fyrsti sigurin fyri fýra árum síðani kom eftir ein sera harðan finaludyst móti Álandi, sum ikki var partur av leikunum,l tá okkara endurvunnu gullilð í stórum stíli fyri tveimum árum síðani á Guernsey.

Verjan í trupulleikum
Tí var spenningurin stórur undan dystinum mánadagin móti Álandi. Hópur av føroyskum áskoðarunum høvdu eisini leitað sær móti suðurendanunum av størstu hetlendsku oynni, Mainland, har dysturin varð spældur, og fyri tað nógva fingu tey eisini ein fínan dyst aftur fyri túrin.
Fyrstu løtuna tóktist tað tó, sum høvdu okkara ilt við veruliga at seta seg á dystin. Leikliga vóru vit kanska omaná. Ikki minst á miðvøllinum, har tvær ferðir Rannvá arbeiddu gróthart, meðan serliga Ása Dam á Neystabø var ein stór hóttan í vongspælinum.
Hinvegin vóru tær hjá Álandi ikki fyri nothing. Fleiri ferðir var føroyska verjan um ein háls, tá álendsku kvinnurnar við djúpum sendingum leitaðu í tómrúmini aftan fyri bakkarnar, og í nøkrum førum gjørdist talan eisini um heilt vandamiklar støður.
Randi Wardum í málinum hevði tíðliga í dystinum eina framúr bjarging frá leysari mótstøðukvinnu, men eisini hon var tó prísgivin á hálva tímanum.
Efitr at hava sent fleiri kraftigar ávaringar um, hvat kundi henda, slapp kvika Rebecca Björkvall avstað, tá ein bóltur varð sendur inn um okkara høgru síðu, og hon prikaði hegnisliga í longra hornið, tá Randi kom út ímóti.

Treiskaðust
Hetta kundi kanska havt við sær, at okkara fingu ein hvøkk, men fingu tær tað, so varð hetta krógvað øgiliga væl.
Rannvá Andreasen fór um gjørligt inn í enn fleiri nærdystir á miðvøllinum. Ása álaði ferð eftir ferð álendsku verjuna sundur við teknisku snildum sínum, og við ávíkavist renning og ráari kropsstyrki syrgdu Malena og Halltóra fyri, at friður ongan tíð var hjá mótstøðuverjuni.
Føroysku kvinnurnar mundu við góðari grund kenna seg snýttar fyri brotsspark, tá Rannvá Andreasen slapp inn um verjuna, men varð krøkt. Men fimm minuttir fyri leiklok kom lønin loksins. Halltóra Joensen sendi djúpt innlegg, og tó at málverjin bjargaði hálvfluktaranum frá Ásu, so tveitti Malena seg fram um verjuspælarr og stútaði returin í kassin.

Settu seg á alt
Tað var kanska symbolskt, at Halltóra átti at økt um leiðsluna, tá hon við einum flúgvandi høvdara skuldi avslutta vakrasta álopið í dystinum, men hon varð akkurát ov stutt til skrúvandi innleggið frá Sólvá, og so streyk tann bólturin framvið.
Men gjøgnumspældu álopini frá føroyskari síðu vóru meira enn nakað annað tað, sum eyðkendi seinna hálvleik. Hallið á vøllinum og frískliga lotið var nú eisini í parti við okkara, og í longum løtum var talan beinleiðis um spæl upp á eitt mál.
Fleiri ferðir gjørdist talan um heilt góðar møguleikar, og eftir 18 minuttum fingu vit eisini løn fyri stríðið. Rannvá og Halltóra spældu seg hegnisliga ígjøgnum verjuna, og tó at málverjin hálvbjargði, so kom ein óheppin álendskur fótur fyri returin.
Uttan iva ein sálarligur niðurtúrur hjá unga álendska liðnum, og so tóktist alt avgjørt. At Ása so seinni var heppin at senda eitt innlegg beinleiðis í kassan, tá málverjan gjørdi sítt kansak einasta mistak í dystinum, bara staðfesti sigurin. Og at Áland seinastu løtuna fekk onkran møguleikan, mundi einamest vera ein avleiðing av, at okkara nú tóku sær meira av løttum. Undir øllum umstøðum, so var sigurin heima. Next stop er Bermuda, og um tann dysturin verður vunnin, er einki at ivast í, at føroysku fótbóltskvinnurnar hava skorað reint hat-trick.