Dómararnir møttu ikki

Tað var við spenningin, at Søljan og StÍF sóu fram til dystin millum kvinnuliðini hjá feløgunum báðum, sum skuldi verða leiktur sunnudagin. Ein dystur, sum í stóran mun kundi vera við til at gera av, hvussu botnurin á stigatalvuni fer at laga seg, og ikki minst mundu gestirnir vera spentar um, hvørt tað skuldi eydnast at toga seg nærri einum fimta plássi.

Teldubræv kom ikki fram
Men tá liðini bæði skuldu fara á vøllin, stóð greitt, at her ruggaði ikki alt rætt. Tað var nevnliga eingin dómari til staðar í høllini, og tí máttu leikararnir bara ásanna, at tað so ikki skuldi verða hendan dagin, at tey skuldu avgreiða dystin.
Eftir øllum at døma kom keðiliga støðan fyri, tí eitt teldubræv við upplýsingum um dómaraásetingar ikki fann vegin fram. Í øllum førum ikki til feløgini, sum eru tey, ið hava endaligu ábyrgdina av, at dómarapørini fáa boð um, hvørjar dystir tey skulu døma.
Vanliga mannagongdin er tann, at Hondbóltssambandið sendir eitt teldubræv til bæði feløg og dómarar við upplýsingum um, hvørjir dómarar skulu døma hvørjar dystir. Hetta brævið er tó ikki meira endaligt enn so, at feløgini eisini skulu geva dómarunum endalig boð um ásetingarnar. Hesa ferð var støðan tó tann, at teldubrævið einans varð sent dómarunum, og tí hevði StÍF ikki fingið nakað bræv, har tey kundu síggja, hvørjir dómarar skuldu hava dystarboð.

Ov bíligt
Sæð uttanífrá, so er tað tó ein ov bílig undanførsla, tá øll skuldin bara verður skumpað yvir á Hondbóltssambandið. Og í øllum førum átti onkur alarm-klokka at ringt onkra staðni, soleiðis at forðað varð fyri, at leikararnir skuldu standa sum rukkur á vøllinum sunnudagin.
Tí hóast tað áliggur feløgunum at geva dómarunum endalig boð um dystarásetingarnar, so er tað at kalla meira enn vanligt, at hesi boðini ongan tíð verða givin. Roknað verður fyri víst, at dómararnir munnu fara at koma til dystin kortini. Teir báðir ásettu dómararnir, Birgir Dimon og Kári Niclasen hava so í øllum førum fingið brævið frá HSF, men hinvegin kann tað í so máta hava verið ein vansi, at teir at kalla bara døma dystir hjá VB, tí tá VB hevur hildið sína fráboðanarskyldu mótvegis dómarunum, so hava teir sjálvandi roknað við, at hetta eisini hevur verið galdandi fyri onnur feløg.
Og eisini hjá StÍF skuldi onkur klokka ringt. Felagið hevur at kalla hvørja ferð fingið ásetingarnar um, hvørjir dómarar skulu døma, og tá einki bræv nú var komið, so mátti onkur havt lagt hetta til merkis. Ikki minst, tá tað eisini framgongur, at hinir báðir dystirnir í bestu kvinnudeildini vórðu leiktir ? við ásettu dómarapørunum.

Samskiftið má betrast
Tað er tó einki at ivast í, hvør eigur endaligu ábyrgdina av hesum. Grein 7.1 hjá HSF staðfestir, at kappingarnevndin hevur ábyrgdina av, at dómarar, tíðtakari og skrivari eru til dystirnar, og tí er tað eisini teirra skylda at boða viðkomandi pørtunum frá ásetingunum.
Sjálvandi kann sigast, at tað var eitt hendiligt mistak, tá teldubrævið ikki fann vegin fram til røttu móttakararnar, men hinvegin er hetta ikki fyrstu ferð, at slíkt hendir. Í fjør var líknandi dømi, tá dómarapar úr Hoyvík ikki stóð á mailing-listanum, og tí ikki fekk boð um, at teir skuldu døma í Klaksvík, og tí má HSF bera so í bandi, at slík mistøk verða fyribyrgd. Tað er snøgt sagt nakað, sum ikki eigur at koma fyri seg.
Ta ferðina í Klaksvík, varð dysturin kortini leiktur við hjálp av dómarum, sum koritni vóru í høllini. Hesa ferð vóru StÍF og Søljan ikki eins heppin, og tey noyðast tí at finna rúm í kalendaranum fyri nýggjari dystaráseting.