Reversibla Loysingarbrúgvin

Kjøpinhavnska oasan hjá tjóðveldismonnum
Millum býarpartarnar Vesterbro og Islands brygge í landsynnings-Kjøpinhavn eru menn í løtuni við at leggja síðstu hond á eina nýggja brúgv, sum liggur ein knappan kilometur frá Longu brúgv og parallelt við hana! Nýbrúgvin kemur at binda risastóru keypsmiðstøðina Fisketorvet á Havnahólminum saman við tann futuristiskt nýbygda býarpartin Amagermegin, har eitt ótal av eigaraíbúðum eru bygdar seinastu fimm árini á gomlum verksmiðju- og pakkhúsgrundum!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er ikki heilt vanlig brúgv hon er bara fyri cyklistar og spákandi fólk og so kann hon lættliga loysast og bindast aftur, so skip fáa siglt gjøgnum hana. Brúgvin verður ikki lyft sum Langabrúgv hon verður bara snarað! Hon líkist meira einum listarverki enn eini brúgv og kemur ætlandi at minka nógv um cyklu- og fótferðsluna eftir Longubrúgv! Hetta gleðast lesandi, rennandi og onnur ikki bilbrúkandi fólk seg nógv til, tí ørgrynni av fólki skal hvønn dag
ut á Amager, t.d. til Universitetið, flúgvuplássið ella glæsiliga nýggja útvarpshúsið.
Keypmannahavnar kommuna hevur avgjørt, at brúgvin skal lata upp komandi hósdag, tað er fjúrtanda september! Hetta er sama dag, sum tjóðveldismeinigheitin heldur sín trýss ára dag fyri fólkaatkvøðuna í 1946; eitt hátíðarhald sum bara prógvar, at loysingarmenn ongantíð hava hirt at sett seg inn í elementera matematikk! Teir jamra seg alsamt sum orientalskar grátikonur og vanskepla alla vanliga procentrokning!
Sjálvt um nógvir av oddamonnum tjóðveldisflokksins hava havt síni allarbestu ár í tí yðjandi skemtiliga býarmeldrinum í Kjøpinhavn, og ofta leingjast ønskriliga aftur til Oyrasunds, er tað kortini ikki vist, at yvirborgmeistarin, frúgvin Ritt Bjerregaard er so beistaktig, at symbolikkurin við loysingarbrúnni og 14. september er ætlaður teimum! Men her er ríkiligt lóður til tjóðveldis-paranoia í nógv ár: Ritt profanerar jú merkisdagin hjá loysimonnum!

Tað fossar alsamt niður í teir norðuratlantisku nassararnar
Hjá gløggum loysingarfólki ber væl til at øva seg á og við brúnni; tí henda loysingarprocessin gongur báðar vegir, so lættliga kann bindast aftur. Processin er næstan ófarlig!
Heilt øðrvísi er við tí juridisku føroysku hjálparloysingini hjá teimum óstortsligu tjóðveldisfantastunum. Har vendist illa aftur, tí tann processin er ikki reversibul!
Higartil er mær vitandi bara eitt land, sum hevur loyst og er komið krúpandi aftur fyri at binda, og tað er New Foundland, tá ið teir í 1933 fóru Canossagongd til Canada! Men nú vil onkur vera við, at Cook-oyggjarnar, sum loystu frá New Zealandi í síni tíð, eisini hava verið og biðið miriliga um nýtt band, tí tað gongst ikki so væl hjá Cook-monnum, síðani loysingina! (Onkur minnist kanska enn tað komiska Cook-argumentið úr Hvítubók hjá fullveldis-jassunum)!
So allarhelst áttu tær norðuratlantisku bløkurnar frá hósdegnum av farið at avmarka sítt troyttandi loysingar-roks til ta donsku loysingarbrúnna í Kjøpinhavn. Har kunnu teir loysa fleiri ferðir um dagin og binda aftur eisini - púra gratis! Og so er heldur ikki so langt yvir á Christiansborg, har teir bæði verða hýstir, gøddir og klæddir av blíðum dønum! Hetta er púra risikofrítt, ikki minst fyri tann norðuratlantiska biddaraposan!
Skuldi nakar enn ikki vitað tað, so hava hesar tríggjar fíggjarhetjurnar, sum vilja brenna allar brýr, Kleist, Johansen og Hoydal árliga útvegað sær slakar 800.000 krónur hvør í eykaveitingum, sum aðrir fólkatingsmenn ikki fáa. Hetta er teirra privati blokkur, sum er at rokna sum donsk skattgjaldara-masochisma! Tí peningurin verður einamest brúktur til at spilla Danmark út fyri, sorla allar brýr millum londini og annars spæla sær í tí spennandi Kjøpinhavn!
Henda privata blokkin hava teir snultað sær til, samstundis sum teir hava skorið blokkin til vanliga føroyingin niður við einum triðingi! Eg forstandi væl, at Keypmannahavn er tjóðveldis-monnum sera kærur men aðrir føroyingar mugu bara ikki sleppa at fáa lut í øllum teimum lukrativu fyrimunum, sum bæði farnir og núlivandi tjóðveldismenn hava notið í meira enn trýss ár sum sorgleysir lukkuriddarar í hesum gestablíða, tolna og stakliberala býi!