meira upp, og tó at strandingar svaraðu aftur soleiðis av og á, so var hetta ikki nóg mikið at steðga heimaliðnum. Undan steðginum høvdu teir vunnið seg upp á javnt, og tó at StÍF nú royndi at halda fast, so [...] heldur ikki bronsan at vera nakað, sum tosað verður um á Skála. Tann møguleikan hevði liðið annars góðar møguleikar at røkka við liðum sum H71 og KÍF eftir á dystarskránni, men at einki kemur av sær sjálvum [...] liðið hevur átt at kalla alt kappingarárið, og spurningurin er nú, hvørt teir megna at lyfta seg enn meira. Komandi dysturin verður móti kollfirðingum, og har tykist vónirnar fyri stigum ikki at vera ongar
konsertir Karl Anton sigur, at eitt aðalendamál teirra er at geva ungum tónleikarum og nýggjum bólkum nýggjar møguleikar og avbjóðingar, og eftir øllum at døma verður nógv gjørt at náa hesum málum. - Fríg [...] byrjaðu at práta um konsertina afturi í desember mánaði, men arbeiði gerst sjálvandi meiri intenst seinasta mánaðin, sigur Karl Anton Klein. Hann heldur, at hóast nógv arbeiði krevst, er tað at skipa fyri [...] fyri avbjóðingum. Tað vísir seg at vera sera torført hjá nýggjaru bólkunum at sleppa framat, og tí steðgar menning teirra ofta. Ferðin til Íslands er so eisini ein roynd at betra um hetta, sigur Karl Anton
sum helst møguleika fyri at leika seg upp í B-bólkin, var neyðugt at vinna á Andorra. Føroyska liðið fekk eina góða byrjan upp á dystin, og liðið vann fyrsta settið 25-17, eftir at teir høvdu lagt seg greitt [...] Greitt var undan dystinum, at vinnandi liðið fór at rykkja upp í B-bólkin saman við Kypros. Føroyingarnir høvdu góðar vónir undan hesum dystinum, men tað vísti seg tó, at heimaliðið var eitt vet ov sterkt [...] áðrenn føroyska liðið av álvara vaknaði við. Í triðja setti gekk tað eisini eitt striltið at byrja við, men eftir at tað hevði staðið á jøvnum 15-15, tóku føroyingarnir sær um reiggj og vunnu settið 25-17
persónur, sum tú við nærri bekentskapi, fór at halda av og vera góður við. Ein persónur, sum hansara hitarúmsfelagar fara at sakna nógv. Loyvi mær at halda, at eg tali teirra vegna eisini. Her í hitarúminum [...] umhvørvinum, at eg koma at kenna Gudmund. Nú hann er farin irðir tú um, at tú ikki oftari lýddi á og tosaði við hann. Og tí kann tað eisini tykjast so lítisvert og innantómt nú aftaná at bera Gudmundi [...] arbeiðsdag til at mýkja vøddarnar, finna sær hvíld og at vera saman við góðum fólki. Sitandi á ovasta bonki í hitarúminum og harvið við góðum útsýni yvir hetta lívgevandi høli plagdi eg at lýða á, meðan
mannin fáa arbeiðsfrið. At hunddálka hann uttan at kenna til allar faktiskar upplýsingar, og siga at hann er ein av hinum er blóðórætt. Øll sum byrja í einum nýggjum starvi ynskja frið at seta seg inn í sakir [...] lukta blóð. Tað er ótrúðligt at man, og ikki ófrættakent, veruliga nýtir alla sína orku, at dríva eina persónliga og politiska hetz móti einkultpersónum, ið bert royna at gera sína borgaraskyldu, men hann [...] í minninum hjá øllum vágbingum. At persónar byggja partafelag oman á partafelag er onki annað enn heilt vanlig praksis í Føroyum, og eitt blíva við at trátrongja um, at tað er persónurin men partafelagið
røktarheimið. Vónirnar til, at tíðarætlanin fyri byggingina fer at halda, eru góðar og Eyðun Petersen, formaður hjá Byggiservice, lovaði í røðu sínari, at fløvin frá summarinum fór ikki at vera farin úr luftini [...] nirnir eisini hugsað um at fjálga um føroyskan trævøkstur. Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sum er búsitandi i Streymnesi, sigur, at fyrsta modellið av røktarheiminum var so at siga eitt kopi av Láargarði [...] arkitektarnir hava fingið bygningin at ganga saman í eina eind við náttúruna og bygdina omanfyri. Hann gleðist eisini um, at arbeiðið hevur gingið so væl og sigur, at um kommunurnar ikki høvdu staðið saman
ungu sleppa at royna seg við ljóðførum og sangi, og eisini hava fleiri roynt seg við at skriva tekstir og løg saman við eitt nú starvsfólkunum á deildini. Hetta verður alt gjørt við tí endamáli at hava tað [...] tað stuttligt, at menna tey ungu og teirra evni innan tónleik og at úttrykkja seg kensluliga eitt nú gjøgnum tónleik. Byrjaði sum jólagáva Hugskotið at gera hesa fløguna kom eftir jólini í fjør. Tá fingust [...] alment, sum tað nú er blivið. ? Fyri jól í fjør fóru vit í JakZac Studio fyri at spæla nakrar sangir inn. Ætlanin var ikki, at upptøkurnar skuldi brúkast til nakað, men tað ljóðaði væl, og tí vóru upptøkurnar
fara tey eldru at fáa munandi meiri í pensjón enn tey fáa nú. Tað er úrslitið av pensjónsavtaluni hjá sitandi samgongu. Tá ið samgongan varð skipað, samdust hon um at lækka skattin og at hækka pensónina [...] úrslitið av pensjónsavtaluni er, at um eini fýra ella fimm ár, fer ein stakur pensjónistur at fáa ímillum 9.000 og 10.000 krónur í pensjón um mánaðin og eini hjún fara at fáa góðar 16.000 krónur í pensjón [...] við sær, at longu um fimm ár, er gjaldið úr grunninum komið komið upp á einar 2.000 krónur um mánaðin til hvønn pensjónist. Hann sigur, at saman við eini dagførdari fólkapensjón fer hetta at geva einum
sum høvdu munin allan dystin, og tað sást eisini týðuligt, at teir høvdu eitt sindur at spæla fyri í mun til neistamenninar, sum einki høvdu at stríðast fyri uttan æruna. Teir grønu tóktust eitt sindur [...] koma at hoyra meiri um seinni. Stóri málskjúttin hjá Kyndli í stórsigrinum var tó elsti maður á liðnum, Jakob Jónsson, sum fekk ikki færri enn 12 mál á kontoina. Tað eigur at verða nakað síðani, at Jakob [...] gullið nóg gott. Neistin hevur havt eitt stak vánaligt kappingarár, og tað eigur at geva leiðsluni í felagnum nakað at hugsa um, at liðið við trimum av sterkastu útlendsku spælarunum í føroysku kappingini liggur
greiðir Hans Tórgarð frá, men leggur afturat, at børn als ikki eru so løtt at ørkymla, sum vit kanska halda. Fylgir tú nøkrum einføldum reglum, skulu tey nokk klára at halda skil á restini. Teir ymsu persónarnar [...] Tað stuttliga við at spæla fyri børnum er, at reaktiónirnar koma her og nú og beint frá hjartanum. Keða tey seg, ja so fara tey bara avstað og undra tey seg yvir okkurt, byrja tey at spyrja og blanda seg [...] sær sjálvum. Inntil hann finnur út av, at hann kann fáa alt í allari verðini, bara við at tendra eldførið. Tað er jú rættilig ómoralskt, tá tú hugsar um tað. At vit ikki oftari síggja ævintýr eftir H.C