Arbeiðið við at byggja røktarheimið í Norðstreymoy hevur gingið væl higartil og gott lag var á monnum, nú bygningurin varð reistur fríggjadagin. Røður vórðu hildnar og millum onnur, segði Albert Isfeldt, arkitektur, nøkur orð.
Hann segði, at í desmebur 1999, varð farið undir tilrættalegging av røktarheiminum við Jógvani Mørkøre sum formanni, Heðini Zachariassen og Jens Dalsgaard. Fyrsta uppskotið til røktarheimið fyrilá í mars mánað 2000.
- Síðan tá hevur verið arbeitt víðari við verkætlanini at snikka hana til tað, sum vit í dag
síggja skapið av uttanum okkum her, segði hann millum annað.
Arktitektarnir hava roynt at skapað ein fjálgan bygning, sum er í samljóði við lendið og verandi bygging á staðnum. Hetta er gjørt við at býta bygningin í lonir, soleiðis at tann samlaða myndin av røktarheiminum tekur seg út sum ein býlingur í dalinum.
Soleiðis sum bygningurin er settur á økið, verða góðir framtíðar víðkannarmøguleikar.
Hugsað er somuleiðis um at gera eitt heimligt stað fyri búfólkið, og eitt væl skipað arbeiðspláss fyri starvsfólkið, væl vart móti vesturættunum.
Eisini verður gongt út í smærri tún kring heimið. Ætlanin er at planta trø og runnar av teimum upprunaligu bjørkatrøunum, sum finnast í økinum. Við hesum hava byggilistamennirnir eisini hugsað um at fjálga um føroyskan trævøkstur.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sum er búsitandi i Streymnesi, sigur, at fyrsta modellið av røktarheiminum var so at siga eitt kopi av Láargarði - í tveimum hæddum. Tað hevði ikki fallið væl inn í lendið og hevði tí verið eitt misprýði.
Hann fegnast um, hvussu meistarliga arkitektarnir hava fingið bygningin at ganga saman í eina eind við náttúruna og bygdina omanfyri.
Hann gleðist eisini um, at arbeiðið hevur gingið so væl og sigur, at um kommunurnar ikki høvdu staðið saman um hesa verkætlan, hevði hon ikki verið til veruleika.
Spurdur, hvønn týdning tað í hesum sambandi hevur havt, at hann er løgtingsmaður, svarar hann:
- Tað er eingin ivi um, at við beinleiðis ávirkan á tað, sum samgongan samtykkir, havi eg
ein stóran fyrimun. Tað kom kommununi til góðar, tá samráðst var um røktarheimið.
Vónirnar til, at tíðarætlanin fyri byggingina fer at halda, eru góðar og Eyðun Petersen, formaður hjá Byggiservice, lovaði í røðu sínari, at fløvin frá summarinum fór ikki at vera farin úr luftini, tá teir skuldu verða lidnir við sítt arbeiði og burtur úr bygdini.
Nøkur fakta:
? Skitsuuppskotið til verkætlanina fyrilá 01.02.2003
? Projektering byrjaði 03.06.2003
? Arbeiðið við útgrevstri byrjaði 04.11.2003
? Útbjóðing í høvuðsentreprisa 27.02.2004
? Licitatión 29.03.2004
? Sjálvt byggiarbeiði byrjaði 12.06.2004
? Reisigildi 26.11.2004
Teir arbeiðstakarar, sum hava luttikið í arbeiðinum higartil, eru:
1. Hjørleif Zachariassen Avgrevstur
2. Oscar Poulsen Grovplanering v.m.
3. Byggiservice Heildarveiting
Ráðgevarar hava verið:
? Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen arkitektarbeiði
? Landsbyggifelagið konstruktiónir
? Martin E. Leo vvs og ventilatión ? installatiónir
? Veri-Con v/ Álvur Áarstein el ? installatiónir
Eisini hava sjúkrarøktarfrøðingarnir, Ida Sørensen og Sonja Klein og Petra Jespersen, økonoma, ráðgivi í samband við byggingina.
? Húsið er íalt 2440 fermetrar
? Pláss verður fyri 32 búfólkum í 4 eindum á 8 fólk.
? Felagskøkur er við matarhøll
? 4 smáir køkar eru úti í eindunum í sambandi við felagsrúm/setstovu.
? Rúm er til ergo- og fysioterapi
? Samlaður kostnaður er mettur til kr. 35,5 milj. uttan mvg