Hans og Eldførið

- Søgan sjálv er jú einføld, men eg havi framvegis ikki funnið út av, um hermaðurin er fittur, óndur ella bara tápuligur, sigur Hans Tórgarð, sum fyri nøkrum árum síðani spældi Eldførið hjá H.C. Andersen sum einmansleik

H.C. Andersen leikir er ikki tað vit hava sæð mest av á palli her í Føroyum. Men á Ólavsøku í 1996 stóð nakað so forkunnugt sum Eldførið á skránni hjá Norðurlandahúsinum. Hans Tórgarð hevði skrivað ævintýrið um til einmansleik, har hann sjálvur spældi bæði hermaður, kelling, hundur, prinsessa o.a. Tað einasta, hann hevði at hjálpa sær, var eina kistu, ein tendrara og so tónleikin.
Børnini blanda seg
- Vit høvdu gjørt av at seta leikin upp sum barnaleik, har børn heilt niður í 3 ára aldur skuldu kunna fylgja við, so tað ráddi um ikki at fløkja ov nógv óneyðugt uppí. Sjálvt um søgan sjálv er rættiliga einføld, er hon jú øgiliga hendingarík við nógvum persónum, sum tað kann vera ringt hjá børnum at halda skil á, tá sami leikari spælir allar leiklutirnar, greiðir Hans Tórgarð frá, men leggur afturat, at børn als ikki eru so løtt at ørkymla, sum vit kanska halda. Fylgir tú nøkrum einføldum reglum, skulu tey nokk klára at halda skil á restini. Teir ymsu persónarnar fingið síni týðiligu afturvendandi eyðkenni, og eisini spældi klassiskur tónleikur ein stóran leiklut fyri at leggja áherðslu á hendingarnar. Hermaðurin fekk sjálvandi ein hermannamarch at ganga í takt við, prinsessan fekk Svanasjógvin hjá Tchaikovsky, og til háls-høggingina brúktu tey stórfingna syrgimarchin hjá Chopin. Tað riggaði fínt - børnini fylgdu í hvussu er livandi við í tí sum fór fram, minnist Hans.
- Tað stuttliga við at spæla fyri børnum er, at reaktiónirnar koma her og nú og beint frá hjartanum. Keða tey seg, ja so fara tey bara avstað og undra tey seg yvir okkurt, byrja tey at spyrja og blanda seg uppí ella greiða persónunum frá, hvat tey nú mugu gera ella ansa eftir. Tað er deiliga spontant, men sum leikari mást tú ansa eftir, hvussu nógv kjak við børnini tú kastar teg út í, tí leikurin skal jú framvegis spælast. So tað var avgjørt ein avbjóðing.
Fittur ella óreinur?
Øll kenna jú søguna um hermannin, sum fer niður til hundarnar við eygum so stórum sum tekoppum, har hann fær eina rúgvu av pengum og ikki um at tala, gandakenda eldførið, sum gevur honum alt, sum hann biður um. Tað er jú frálíkt, ella hvussu?
- Tað stuttliga við ævintýrunum hjá H.C. Andersen er, at tá tú grunar meir yvir tey, fert tú ofta at ivast í, hvørjum tú skalt halda við. Eg meini, vanliga halda vit við hermanninum, men hann kvettir jú høvdið av kellingini, sum onki hevur gjørt honun. Dovin og oyðslutur er hann eisini, sum eg veit ikki hvat, og tá hann hevur brúkt allar pengarnar, situr hann bara har og tekur synd í sær sjálvum. Inntil hann finnur út av, at hann kann fáa alt í allari verðini, bara við at tendra eldførið. Tað er jú rættilig ómoralskt, tá tú hugsar um tað.
At vit ikki oftari síggja ævintýr eftir H.C. Andersen á palli heldur Hans kemst, av at vit kenna ævinýrini so væl. Ella halda okkum kenna tey, tí kanska eru tey als ikki so einføld tá samanum kemur, grunar Hans
- Tað veldst um. Eg hevði í øllum førum ikki torað at farið á pall við Snjódrotningini. Tað má vera ein tann løgnasta søgan, sum nakrantíð er skrivað. Eg havi lisið hana rættiliga ofta eftirhondini, men áni framvegis ikki, hvat hon veruliga snýr seg um ...