Ungir rokktónleikarar gera innrás

Nýggja rokktiltakið Rox 2004 dróg 400 áhoyrarar niðan í Badmintonhøllina leygarkvøldið, og fyrireikarin Karl Anton Klein sigur, at onnur tiltøk eru á veg fyri at fáa ungar tónleikarar á pall. Fríggjakvøldið gera ungir tónleikarar innrás í Mentanarhúsinum, seinni í summar gongur leiðin til Íslands, áðrenn pumpandi rokktónar vera at hoyra í Norðurlandahúsinum í heyst

Spildurnýggja rokktiltakið Rox 2004, sum manningin á Margarinfabrikkini skipaði fyri, var á fyrsta sinni hildið leygarkvøldið í Badmintonhøllini í Havn, og sambært Karl Antoni Klein fyrireikara og tónleikalærara eru teir væl nøgdir við konsertina.
- Vit byrjaðu at práta um konsertina afturi í desember mánaði, men arbeiði gerst sjálvandi meiri intenst seinasta mánaðin, sigur Karl Anton Klein. Hann heldur, at hóast nógv arbeiði krevst, er tað at skipa fyri eini konsert ikki øll verðin, og tað kann ikki nýtast sum undanførsla til vantandi live-tónleik í Føroyum.

Yvirskot
- Fluffy Toys var fyrsti bólkurin á palli, meðan Side Effect setti punktum við einum rimmar braki. Ljóðgóðskan var góð, skiftini gingu væl, og hóast vit vóru nakað seinir at byrja konsertina, eru vit sum heild væl nøgdir, sigur Karl Anton. Hann vil fegin undirstrika, at teir 400 ungu áhoyrararnir uppførdu seg fyrimyndarliga leygarkvøldið. Hóast alt ikki er gjørt upp, mól tiltakið sambært Karl Antoni eisini runt fíggjarliga, og peningurin verður nýttur til nýggj tiltøk fyri ungar tónleikarar.
- Tað er ov lítið av føroyskum live-tónleiki, og ein av uppgávum okkara er at kunnað bjóða góðan og livandi live-tónleik til fólkið, sigur Karl Anton. Tá alt hetta er sagt, kastar hann eisini ljós viðurskifti, hann ikki var heilt nøgdur við leygarkvøldið.
- Eg má tó leggja afturat, at WC-umstøðurnar í Badmintonhøllini eru alt annað enn nøktandi. Tvey lítil WC til 400 fólk er synd at bjóða ungdómi okkara, serliga tá talan er um eina høll, sum er góðkend til 640 fólk, slær Karl Anton fast.
Rox 2004 stóð sostatt sambært honum royndina, og í summar og heyst eru nýggj tiltøk á skránni hjá Karl Antoni og teimum, sum stríðast fyri føroyska tónleikin.

Fleiri konsertir
Karl Anton sigur, at eitt aðalendamál teirra er at geva ungum tónleikarum og nýggjum bólkum nýggjar møguleikar og avbjóðingar, og eftir øllum at døma verður nógv gjørt at náa hesum málum.
- Fríggjakvøldið verður ein minni útgáva av Rox 2004 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tiltakið byrjar klokkan 23, greiðir Karl Anton frá. Bólkarnir á palli fríggjakvøldið verða 48 Pages, Speaker, Einkikanndiskuterastaltkann, Lamasea, Zink, og DJ Switch, og so verður ein bólkur úr Eysturoynni, sum ikki luttók á Rox 2004 við navninum Glitch eisini at hoyra.
- Umframt hetta arbeiða vit við einum størri og kanska meiri krevjandi konsert í heyst, har ætlanin er at skipa fyri rokktiltaki í Norðurlandahúsinum, og vónandi fáa vit hesar ætlanir í eina fasta legu, sigur Karl Anton.

Ísland bíðar
Men Karl Anton Klein og aðrir fara seinni í summar eisini at geva ungum tónleikarum møguleikan at royna seg uttanfyri landoddarnar. Teir hava samskipað eina konsertferð til Íslands við nýggju havnarbólkunum Speaker og 48 Pages.
- Hetta eru ungir og evnaríkir tónleikarar, sum hava brúk fyri avbjóðingum. Tað vísir seg at vera sera torført hjá nýggjaru bólkunum at sleppa framat, og tí steðgar menning teirra ofta. Ferðin til Íslands er so eisini ein roynd at betra um hetta, sigur Karl Anton Klein.
Saman við hesum bólkum hevur Karl Anton eisini stovnað útgávufelagið Sprel Rex, og seinasta mánadag kom nýggja fløga teirra Ampaljóð á marknaðin. Spurdur, hvussu tíðarkrevjandi arbeiði hansara er fyri ungu tónleikararnar, er Karl Anton greiður.
- Tað verður helst eingin summarfrítíð í ár fyri okkara viðkomandi, sigur hann at enda flennandi.