Føroyingar høvdu góðar vónir undan kappingini í Luxembourg um vikuskifti, har føroysku flogbóltsmenninir kappaðust við fýra aðrar tjóðir um at rykkja upp úr C-bólkinum í B-bólkin. Tvey tey fremstu liðini tryggjaðu sær uppflyting, men føroysku menninir gjørdust akkurát ov stuttir á einum triðjaplássi.
Góð byrjan
Fyrsti dysturin hjá føroyingunum var fríggjadagin ímóti Skotlandi. Føroyska liðið fekk ikki nakra serliga góða byrjan upp á dystin, og skottar løgdu seg eisini á odda 2-0 í settum, áðrenn føroyska liðið av álvara vaknaði við. Í triðja setti gekk tað eisini eitt striltið at byrja við, men eftir at tað hevði staðið á jøvnum 15-15, tóku føroyingarnir sær um reiggj og vunnu settið 25-17.
Í fjórða settinum vóru føroyingarnir allatíðina yvirlutan og vunnu 25-21. Fimta og avgerandi settið gjørdist sera spennandi, men eftir at tað hevði staðið á jøvnum 9-9, fóru føroyingarnir frá skottunum og vunnu settið 15-11.
Næsti dysturin hjá føroyska landsliðnum í kappingini var ímóti favorittunum av Kypros. Her vísti tað seg skjótt, at kypriotiska liðið var ein ov stórur gloypibiti. Í fyrsta settinum blivu føroyingarnir avsmurdir 25-8, men í teimum báðum næstu settunum gekk eitt sindur betur, tá ið okkara menn taptu ávíkavist 15-25 og 18-25. Kanska besti føroyski leikarin, Rúni Weihe, hevur verið nógv darvaður av skaða í rygginum í farna kappingarári, og hesin sami skaðin gjørdi eisini vart við seg í kappingini í Luxembourg. Tað merkti, at Rúni bert spældi eitt lítið sindur, og harvið var føroyska liðið munandi skert.
Andorra noyddist at lúta
Sunnumorgunin var næstseinasti dysturin hjá føroyingunum leiktur. Hann var ímóti Andorra, og skuldi føroyska liðið hava nakran sum helst møguleika fyri at leika seg upp í B-bólkin, var neyðugt at vinna á Andorra. Føroyska liðið fekk eina góða byrjan upp á dystin, og liðið vann fyrsta settið 25-17, eftir at teir høvdu lagt seg greitt á odda tíðliga í settinum, og eitt skifti vóru á odda 8-1. Menninir úr lítla fjallalandinum millum Frakland og Spania góvu tó ikki skarvin yvir, og næsta settið endaði við 25-20 sigri til Andorra.
Triðja settið gjørdist eisini sera spennandi, men úrslitið var, at Føroyar vunnu 25-19, eftir at tað annars hevði staðið á jøvnum 15-15. Eisini fjórða settið var sera spennandi, men aftur hesa ferð drógu føroyingarnir longra stráið og vunnu 25-22, og harvið dystin 3-1 í settum.
Vertirnir vóru ov sterkir
Seinasti og avgerandi dysturin hjá føroyingunum í kappingini var ímóti vertunum úr Luxembourg. Greitt var undan dystinum, at vinnandi liðið fór at rykkja upp í B-bólkin saman við Kypros.
Føroyingarnir høvdu góðar vónir undan hesum dystinum, men tað vísti seg tó, at heimaliðið var eitt vet ov sterkt. Fyrsta settið vann Luxembourg sannførandi 25-11, men næstu settini gekk eitt sindur betur hjá okkara monnum. Hóast Føroyar eitt skifti vóru á odda í øðrum setti, var tað heimaliðið, ið vann 25-16. Nú var neyðugt hjá føroyingunum at vinna triðja settið, um teir skuldu hava lív lagað í dystinum, men tíverri eydnaðist tað ikki okkara monnum at koppa vertunum. Heimaliðið vann triðja settið 25-19, og tískil verður tað Luxembourg, sum saman við Andorra, fer at kappast í B-bólkinum, næstu ferð kapping verður.
Føroyska liðið kann tó verða nøgt við sítt avrik, og vónirnar eiga at verða góðar undan oyggjaleikunum komandi summar. Fleiri av okkara leikarum leika í donskum flogbólti, og tað er týðuligt, at tað er nakað, ið hevur styrkt føroyska landsliðið.