Pensjónin hækkar upp í næstan 10.000 krónur

Tey næstu fýra ella fimm árini fer pensjónin at hækka munandi og tað verður ein sera stórur bati hjá pensjónistum, heldur Hans Pauli Strøm

Skattalætti og pensjón
 
Tey næstu árini fer fara tey eldru at fáa munandi meiri í pensjón enn tey fáa nú.
Tað er úrslitið av pensjónsavtaluni hjá sitandi samgongu.
Tá ið samgongan varð skipað, samdust hon um at lækka skattin og at hækka pensónina og hesi bæði málini hoyra óloysliga saman, sigur løgmaður.
Úrslitið av skattalættanum hava vit hourt nógv um seinastu tíðina.
Men úrslitið av pensjónsavtaluni er, at um eini fýra ella fimm ár, fer ein stakur pensjónistur at fáa ímillum 9.000 og 10.000 krónur í pensjón um mánaðin og eini hjún fara at fáa góðar 16.000 krónur í pensjón.
Her er talan um pensjónistar, sum fáa fulla pensjón og fulla viðbót. Og hjá øllum vanligum pensjónistum er pensjónin at kalla skattafrí.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sigur, at eftir pensjónsavtaluni hjá samgonguni, skal útgjaldið úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum hækka munandi tey næstu fýra fimm árini.
Í løtuni betala løntakarar 0,5% av lønini í samhaldsfasta eftirlønargrunnin og arbeiðsgevarar betala 0,5% í grunnnin av øllum útgoldnum lønum.
Men nú skal gjaldið hækka so líðandi so at tað um trý ár er komið upp í 1,5% frá hvørjum parti, ella 3% tilsamans og sostatt verður inngjaldið trýfaldað.
?Í løtuni er gjaldið úr samhaldsfasta góðar 700 krónur um mánaðin. Men økta inngjaldið førir við sær, at longu um fimm ár, er gjaldið úr grunninum komið komið upp á einar 2.000 krónur um mánaðin til hvønn pensjónist.
Hann sigur, at saman við eini dagførdari fólkapensjón fer hetta at geva einum støkum pensjónisti við fullari viðbót, ímillum 9.000 og 10.000 krónur í eftirløn um mánaðin og einum hjúnum góðar 16.000 krónur, sigur landsstýrismaðurin
? Við at leggja stóran dent á Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin, ber til at fáa eina skipan, sum rættiliga skjótt kann veita eina munandi hægri eftirløn enn fólk fáa í dag.
?Skuldi talan harafturímóti bara verið um eina eftirlønarskipan, har hvør einstakur skuldi spara upp til sína egnu eftirløn, hevði tað tikið eini 30-40 ár, áðrenn nakar hevði fingið eina munagóða eftirløn, sigur Hans Pauli Strøm.
Byggir á tríggjar súlur
Hann sigur, at framtíðar eftirlønin skal byggja á tríggjar súlur, tvær almennar og eina privata.
Tær báðar almennu súlurnar eru fólkaspensjónin og Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin.
Hesar báðar súlurnar skulu vera grundarlagið undir eftirlønini.
Privata súlan undir eftirlønarskipanini, eru tær avtalur, sum hvørt einstakt fakfelag sær ger eftir hvat tað heldur vera rætt og hon verður so løgd afturat teimum almennu súlunum.
Men av tí at tær almennu súlurnar geva so mikið nógv, fer tað at gera kravið um at spara til sína egnu pensjón, minni.
­- Høvdu vit ikki havt tær almennu, samhaldsføstu pensjónirnar, hevði kravið um sjálvuppsparing til pensjón, verðið so stórt, at fólk við vanligum inntøkum høvdu ikki klárað tað. Tí leggja vit sera stóran dent á Samhaldsfasta, sigur landsstýrismaðurin.
Hann leggur afturat, at samstundis situr ein nevnd og greinar út, hvussu ein semja kann finnast
ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum um eina privata eftirløn.
? Talan verður um eitt minstakrav til, hvussu stóran part av lønini, arbeiðsgevarar og løntakarar skulu betala inn í eina privata eftirlønarskipan. Men halda tey tað vera rætt, kunnu tey sjálvsagt betala meiri.
Sí eisini greinina ?Skattalættin var prísurin fyri eina munandi hækking í pensjónunum? aðrastaðni í blaðnum.