Málrík grannauppgerð

Talan gjørdist um eina ógvuliga málríka grannauppgerð, tá ið Neistin og Kyndil hittust á seinasta leikdegnum, og kyndilsmenn tryggjaðu sær silvurið

Atlantic Airways-kappingin

Kyndilsmenn tryggjaðu sær leygardagin silvurið í fremstu mansdeildini í hondbólti, tá ið teir vunnu ein greiðan sigur á Neistanum. Teir grønu úr Havn lógu á silvurplássinum undan seinasta dystinum, men greitt var, at strandingar høvdu møguleika at taka silvurið frá Kyndli, um havnarliðið snávaði móti grannunum úr Neistanum.

Eingin ivi
Tað vóru teir grønu úr Kyndli, sum høvdu munin allan dystin, og tað sást eisini týðuligt, at teir høvdu eitt sindur at spæla fyri í mun til neistamenninar, sum einki høvdu at stríðast fyri uttan æruna. Teir grønu tóktust eitt sindur meiri uppsettir, og tað sást aftur á máltalvuni.
Fyrstu løtuna av dystinum var ikki tann stóri munurin á liðunum báðum, hóast tað var Kyndil, sum allatíðina var á odda, men móti endanum av fyrra hálvleiki setti Kyndil ferð á, og Neistin megnaði als ikki at fylgja við.
Hetta hevði við sær, at Kyndil fekk sær eina greiða leiðslu, áðrenn farið var til hálvleiks, og tí var dysturin í veruleikanum avgjørdur, áðrenn hann var hálvrunnin.

Málini skolaðu inn
Báðir partar tóku sær eitt sindur av løttum eftir steðgin, og tað var ikki lagt so nógv fyri í verjunum. Av tí sama gjørdust málini rættuliga nógv í tali, og satt at siga skolaðu bóltarnir inn í málið hjá Neistanum. Í hinum endanum komu eisini rættuliga nógv mál, men neistamenninir vóru ikki eins dugnaligir til at skora sum grannarnir.
Stóri munurin á liðunum báðum hevði eisini við sær, at Kyndil valdi at geva onkrum ungum leikara fitt av spælitíð, og eitt nú kom ungi Poul Rói Mohr stak væl frá tí á vonginum, og skeyt hann fýra mál í seinna hálvleiki. Óivað ein spælari, ið vit koma at hoyra meiri um seinni.
Stóri málskjúttin hjá Kyndli í stórsigrinum var tó elsti maður á liðnum, Jakob Jónsson, sum fekk ikki færri enn 12 mál á kontoina. Tað eigur at verða nakað síðani, at Jakob hevur fingið so frægt av málum í einum og sama dysti.
Hjá Neistanum var frægasti málskjúttin Ólavur Brimnes við níggju málum, og vestmenningurin hevur kanska verið besti spælarin hjá Neistanum í hesum kappingarárinum.
Eftir dystin fingu kyndilsmenn silvurmerkini handaði sum tekin um, at teir gjørdust næstbesta liðið í føroyskum manshondbólti í hesum kappingarárinum. Um tað er nøktandi hjá havnarfelagnum, skal verða ósagt, men tað er ein sannroynd, at hjá teimum flestu av spælarunum á liðnum er bert gullið nóg gott.
Neistin hevur havt eitt stak vánaligt kappingarár, og tað eigur at geva leiðsluni í felagnum nakað at hugsa um, at liðið við trimum av sterkastu útlendsku spælarunum í føroysku kappingini liggur á aftasta plássi á stigatalvuni. Sum nevnt her í blaðnum áður, er havnarfelagið í samráðingum við ein dana um at gerast venjari hjá besta mansliðnum komandi kappingarár, men sum skilst, er einki komið upp á pláss hesum viðvíkjandi.

Neistin-Kyndil 31-45(13-20)
Neistin: Ólavur Brimnes 9, Áki Mørk 6, Damir Oros 4(1), Blagoje Buha 4(1), Rani Slættanes 3, Jón Ludvík 3, Helgi Michelsen 2
Kyndil: Jakob Jónsson 12, Hans Áki Dal-Christiansen 6, Josef Abrahamsen 6(4), Finnur Hansson 6(3), Poul Rói Mohr 4(1), Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein 3, Rókur Akralíð 2, Ragnar Stakksund 2, Hans Arni Thomsen 1
Brotskøst: Neistin 4(2), Kyndil 8(8)
Útvísingar: Neistin 8, Kyndil 4
Dómarar: Poli Hansen og Hartvig Joensen
Áskoðarar: 150