varnaðust tey, at bilførarin var ikki edrúur, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Náttarlívið hevur eisini verið rættiliga friðarlig. Tvey fólk fingu bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tí tey vóru [...] vóru so ólátað, at tey vóru til ampa fyri onnur. Og einar tvær ferðir eru sjúkrabilar sendir eftir fólki, sum vóru so drukkin, at mett var, at tað var best, at tey komu undir læknahond.
Hann leggur annars dent á, at í Klaksvík fara tey sjálvandi at gera eftir øllum tilmælum frá landsmyndugleikunum á hesum øki og sostatt fer Klaksvík at seta tey tiltøk í verk, sum landsstýrið mælir til. Annars [...] sigur, at býráðslimir í Klaksvík hava tosað um hesa støðuna, sum nú er íkomin. Og hann sigur, at tey hava tikið støðu til, at fyribils verður stegðað á við øllum samstarvi ímillum Klaksvík og Sankta [...] korona at herja og síðani hevur heldur einki samband verið ímillum vinabýirnar yvirhøvur. Men nú hava tey so boðað býarstýrinum í Sankta Petursborg formliga frá, at tað verður heldur einki samstarv, so leingi
av yvirskotinum og hetta er fyrstu ferð, at tey gera tað. Tað merkir, at tey, sum hava trygging hjá Betri Trygging, fara at fáa eini 10 prosent av tí, sum tey hava goldið, afturgoldið í vinningsbýti. [...] krónur. Annars hevði tryggingin 426 milliónir í inntøkum av tryggingargjøldum í 2020, men í fjør fingu tey fleiri viðskiftafólk, so í fjør vóru inntøkurnar av tryggingargjøldum 442 milliónir. Í ár fer Tryggingin
samtykta asfaltarbeiðið í 2021 og 2022 vónandi kann verða framt í ár. Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at tey áður hava asfalterað í vetrarmánaðunum, men í ár gekk tað tíverri ikki soleiðis, sum vónað varð [...] februar. Men, nú er februar um at verða runnin, og enn er asfaltarbeiðið ikki liðugt. Orsøkin er, siga tey í Klaksvíkar kommunu, bæði nógvi kavin og ringa veðrið, sum hevur seinkað arbeiðnum. - Helst undrast [...] asfaltarbeiði á vetrartíð, tá slíkar seinkingar sjálvsagt kunnu koma fyri. Men, í Klaksvíkar kommunu siga tey, at tekniska nevnd hjá kommununi á hvørjum ári ger eina ætlan fyri, hvørjir vegir skulu hava nýtt asfalt
Hallur Mortensen er úr Hoyvík. Hann er giftur Shino úr Japan, og tey eiga fýra børn. Tey búgva í Atsugi, stutt uttanfyri Tokyo í Japan, har tey arbeiða sum trúboðarar. Hvussu fara tit at halda jól í ár? – [...] við drekkamunni, sum vit hava bjóðað fólki at koma til. Aftaná fara vit at halda jól heima og gera tey so føroysk, sum til ber. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? – Jólini hava stóran týdning, tí vit minnast
børnunum fyri, at tey eru so fitt og røsk at hava átikið sær uppgávuna og harvið eru við til at betra um umhvørvið í kommununi. - Aftur fyri hesa handaði borgarstjórin teimum eitt gávukort, har tey kunnu fara [...] kommunuskrivstovuni, starvsfólkini hjá barnaverndini og allar býráðslimirnar. Í Vága kommunu siga tey, nú hava øll hesi nevndu fingið sítt egna persónliga krúss við navni á heldur enn at brúka einnýtis [...] fara í handilin at keypa sær okkurt gott at hugna sær við, siga tey í Vága kommunu eftir hetta átak hjá frítíðarskúlanum, Smílikulluni. ##med2##
Gunnleygsdóttur. Árni Skaale er 55 ára gamal og býr í Klaksvík. Hann er giftur Halldis á Grønastøð og tey eiga tey trý børn. Árni er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur og seinastu árini 22 árini, hevur hann verið [...] Looknorth í Klaksvík. Sólvit Nolsø er 36 ára gamal og býr í Havn. Hann er giftur Erlu Bech Nolsø og tey eiga trý børn. Sólvit er stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum tíðindamaður. Síðan [...] Annika Olsen missir sætið á tingið. Hetta er nakað, sum fleiri fólkafloksfólk hava havt sum krav, tí tey síggja Anniku Olsen sum illoyala, aftaná hon atkvøddi fyri uppskotinum um sammøður, sum bleiv samtykt
Danmark mæla tey nú til, at børn ímillum 12 og 15 ár eisini lata seg koppseta. Tað er eisini væntandi, at tað verður tað sama í Føroyum. Koppsetingarbólkurin hevur mælt til, at eisini tey 12 – 15 ára gomlu [...] Les meiri um tað her: Gera tað lættari hjá fólki at lata seg koppseta Men í sjúkrahúsverkinum vænta tey eisini, at tað fer at koma gongd aftur á koppsetingina. Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í sjúk [...] tríggjar dagarnar hava eini 2.000 fólk bílagt tíð til at verða koppsett. Hann leggur afturat, at nógv tey flestu av hesum skulu hava ta seinnu sproytuna. Samstundis verður nú eisini mælt til, at barnakonur
á rættari leið, men tað er nakað eftir á mál. Tað sigur Pedagogfelagið í eini viðmerking eftir at tey hava skrivað undir nýggjan sáttmála í kvøld - og samstundis er verkfallið endað. – Okkara mál við [...] semingsuppskotið er eitt stig á leiðini, hóast vit viðganga, at nakað er eftir á mál, sigur Pedagogfelagið Tey siga, at semjan tryggjar øllum limunum í Pedagogfelagnum eina lønarhækking við nøkrum broytingum í [...] Lønarhækkingin er nakað hægri enn markið sum arbeiðsgevarin hevði lagt, áðrenn samráðingarnar byrjaðu. Tey leggja tó afturat, at íverri eydnast ikki at fáa semju um at gera nýggjar orðingar um tann partin av
hvørjari grein fær tað eitt heiðursmerki fyri avrikið. Um børnini hava hug, kunna tey royna ymsu greinarnar so ofta tey vilja, tó verða bara tær tríggjar fyrstu royndirnar skrásettar á skreytblaðnum. Greinarnar [...] (aldur 0-10 ár) møguleika at kunna seg um fjølbroytni innan frælsu ítróttirnar, samstundis sum at tey hava ein stuttligan dag á Tórsbreyt. Fyri at tryggja at tann einstaki sleppur at hugsa um at gera sítt [...] ikki registrerað, og tí verður heldur eingin ranglisti gjørdur eftir kappingina. Í staðin fáa øll tey, sum melda til, eitt skreytblað, sum barnið skal hava við til start í hvørjari grein. Tá barnið so