Klaksvíkar býráð tikið avgerð um vinabý í Russlandi

Borgarstjórin sigur, at tey hava tosað um støðuna og hava tikið eitt stig, tey halda er hóskandi

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur at tey hava tikið eina avgerð

Fyri nøkrum árum síðani samdust Klaksvík býráð, og býarstýrið í russiska býnum, Sankta Pætursborg, um at býirnir báðir skuldu verða vinabýir. Men síðani Russarar gjørdi innrás í Ukraina, er tað fleiri staðni, at russiskar vørur verða boykottaðar. Samstundis verða russarar útihýstir frá ymsum altjóða samstarvi, eitt nú í ítrótti.

 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at býráðslimir í Klaksvík hava tosað um hesa støðuna, sum nú er íkomin. Og hann sigur, at tey hava tikið støðu til, at fyribils verður stegðað á við øllum samstarvi ímillum Klaksvík og Sankta Pætursborg.

 

– Vit hava ikki sagt vinabýarsamstarvið upp, men vit hava boðað teimum í Sankta Petursborg frá, at so leingi hendan støðan stendur við, verður einki samstarv ímillum vinabýirnar báðar, sigur borgarstjórin.

 

Hann leggur annars dent á, at í Klaksvík fara tey sjálvandi at gera eftir øllum tilmælum frá landsmyndugleikunum á hesum øki og sostatt fer Klaksvík at seta tey tiltøk í verk, sum landsstýrið mælir til.

 

Annars hevur ikki tað stóra samstarvið verið ímillum Klaksvík og Sankta Petursborg. Beint áðrenn korona fór at ganga, var ein sendinevnd úr Klaksvík í Sankta Pætursborg. Men so fór korona at herja og síðani hevur heldur einki samband verið ímillum vinabýirnar yvirhøvur. Men nú hava tey so boðað býarstýrinum í Sankta Petursborg formliga frá, at tað verður heldur einki samstarv, so leingi hendan støðan stendur við.

 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur at tey hava tikið eina avgerð